Jú, val skal verða í ótíð!

Kaj Leo løgmaður væntar, at hann útskrivar val í heyst, segði hann við útvarpið um dagarnar. Tað vil siga í ótíð. Men sambært ávísum fjølmiðlum so vilja andstøðutinglimir í Tjóðveldi ikki val í ótíð. So her má sigast at verða nógv vent í holuni.

At ynskja val í september er ikki tað sama sum at taka undir við lógaruppskotinum hjá Jørgen og Kára. Eg havi ongastaðni sagt, at hvørki eg ella nakar annar í tingbólkinum ætli at taka undir við lógaruppskotinum hjá teimum báðum. Eg havi hinvegin sagt, at vit kunnu vænta, at val verður síðst í september. Og tað hevði eg eisini vónað. Um tað so verður flutt til einaferð í oktober, er ikki so avgerandi. Tað, sum er avgerandi, er, at vit fáa val sum skjótast.
Tað vil so í minsta lagi siga: - í ótíð og helst tíðliga í heyst!
Alt annað hevði eisini verið politiskt ógvuliga óbúgvið av einum andstøðuflokki.
Er tað neyðugt, lat meg so gera greitt, hví eg haldi, at vit áttu at havt val síðst í september.
Fyri ein seriøsan andstøðuflokk, sum Tjóðveldi eiga vit sjálvsagt at dyrgja eftir vali, so skjótt vit hava fingið okkara ynski um fiskivinnureform og onnur mál í hús. Hetta var eisini tað, sum eg segði við útvarpið fríggjamorgunin. Soleiðis hevði tað borið til hjá einari nýggjari seriøsari samgongu við Tjóðveldi sum einum av flokkunum í landsstýrinum at smíðja komandi fíggjarlóg. Eina fíggjarlóg, sum ikki luktaði av valagni ella sjálvprofilering. Sjálvandi eigur Tjóðveldi framhaldandi at halda fast um málsetningin at koma fíggjarlógarhallinum til lívs í 2016. Vit noyðast at halda fast um útreiðsluneutralitet. Vit noyðast at tvíhalda um forboð fyri meirnýtlsu hjá landsstýrisfólkum. Vit noyðast at fáa politiska óskilið av vegnum, og visjónirnar á breddan aftur. Og øllum hesum náa vit best við einari nýggjari samgongu. har Tjóðveldi og ein ella tveir aðrir flokkar sita við róðrið.
Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu hjálpa samgonguni við teimum málum, sum hon hevur tørv at fáa avgreitt við tí endamáli at hava nakað at vísa á til valið. Tá haldi eg, at málini verða seriøsari viðgjørd og avgreidd, um tað er ein meirilutasamgonga, sum ber tey á mál eftir valið.
Nú er ikki at hava kálvahjarta. Vil man úr løgtinginum ella fellir á valinum, má man verða til reiðar at siga farvæl. Vil man verða sitandi og verður afturvald(ur), má man eisini verða til reiðar at taka við landsins leiðslu. Má okkara vón verða, at tað ikki er kappingin við okkara egnu, sum setir dagsskránna – um tað so er til løgtingsvalið ella fólkatingsvalið.
Tað eigur allatíðina at verða málið um ein sjálvberandi búskap og samhaldsfast fullveldi, sum drívur verkið.
Spjadd klára vit tað ikki. Men standa vit saman, klára vit tað!