Talv
Við úrslitunum í Klaksvík síggja vit eina góða útvikling í mun til hinar Klaksvík International kappingarnar. Fyrr hava føroyingarnir ikki blandað seg í oddastríðið eins væl. Nú er at kalla eingin munur millum okkara sterkastu og altjóða meistararnar. Vit hava telvarar við IM-styrki, men enn vanta seinastu normarnar. Bara í ár hava vit fingið tríggjar normar og tað prógvar at vit eru á rætta vegi.
4th Klaksvík International eydnaðist avbera væl. Fjølmiðlarnir bóru dagliga tíðindi um gongdina og tað er at fegnast um. Góðu og serligu umstøðurnar í Forminnissavninum, gav ein hugnaligan anda yvir kappingina. Talvini flest vóru eisini spennandi og vælleikt.
Normurin sum hvarv
Tá kappingin var komin í helvt eftir fimta umfar, sá tað lovandi út hjá Hans Kristiani Simonsen. Hann var saman við Johan Eriksson á odda við 3,5 stigum og normkravið áljóðandi 7 stig var avgjørt møguligt. Men stígur kom í og seinna helvt kastaði bert 1 stig av sær á Hans Kristian.
Hans Kristian tapti leikandi lætt á føroyingunum í seinnu helvt. Ávíkavist 26 og 12 leikir. Tað eigur sjálvsagt ikki at koma fyri tá ein jagstrar nomrar, men slíkt kann henda, eisini fyri tann besta.
Spell fyri Hans Kristian, at kappingin endaði soleiðis, men hóast illseinan endaróður, vinnur Hans Kristian sær eitt sindur av føroyskari rating. Altjóða ratingtal hansara er hægri enn tað føroyska og tí vinnur hann sær ikki nøkur sokallaði elo-ratingstig.
Ziska mannaði seg upp
Flúgvandi í seinnu helvt var Helgi Dam Ziska. Eftir trý tap á rað og tveir javnleikir, telvaði hann seg heitan í seinnu helvt og vann sær trý stig og fekk sostatt 4 stig samanlagt. Eitt væla úrslit, sum eisini gevur fitt av rating til unga Ziska-mannin. Hann fall als ikki í fátt, sum fleiri høvdu gjørt, eftir trý tap á rað.
Helgi prógvaði veruliga sínar dygdir í Klaksvík. Serliga kom tað til sjóndar, tá hann í í trýstum støðum fann effektivar verjuleikir, sum bjargaði honum javnleikir ímóti altjóða meistarunum. Sigurin á Heina og Hans Kristian bera eisini boð um, at Helgi skjótt verður at síggja í absolutta toppinum í føroyskari telving. Eftir kappingina hevur hann 2176 ratingstig og røkkur tað til 11. pláss á føroyska ratinglistanum. Reella styrkin hjá Helga liggur tó helst omanfyri 2300.
Hálvt stig frá kappingarsigri
Heini Olsen stóð seg best av føroyingunum. Nærlagdur og væl fyrireikaður til talvini. Heini blandaði seg beinanvegin í oddastríðið og Eriksson og Hans Kristian kundu ongantíð kenna seg tryggar. Og tá Heini vann á Hans Kristiani í 8. umfari, varð tað hann sum bleiv besta føroyska kortið í seinastu umførunum.
Undan seinasta umfar var støðan tann, at Eriksson hevði 6 stig og Heini 5. Og tá Eirik Gullaksen vann á Eriksson, hevði Heina gyltan møguleikan at vinna kappingina, um hann vann sítt talv á Jens Ove Fries Nielsen. Men góða og djarva telvingin hjá Heina í einum fløktum og spennandi talvi, førdi tíverri bert til ein javnleik. Heini hevði eitt skiftið lovandi støðu, men sum sagt, so var talvið fløkt og tað var avgjørt eingin løtt uppgáva at vinna tað.
Johan Eriksson vann tí 4th Klaksvík International. Hann vann somuleiðis 2nd Klaksvík International í 2003. Hóast eina soltna seinnu helvt, varð 6 stig nóg mikið fyri svian. Gullaksen bardi seg upp á eitt deilt 2. pláss og tað er hann helst nøgdur við, tá vit hugsa um ringu fyrru helvt hansara. Vinnarin í fjør Jens Ove skuffaði við 4,5 stigum.
Endaliga støðan í 4th Klaksvík International
1 IMEriksson JohanSWE24236.0
2 Olsen HeiniFAI23255.5
3 IMGullaksen EirikNOR23825.5
4 Simonsen Hans KristianFAI23054.5
5 IMFries-Nielsen Jens OveDEN23814.5
6 Ziska Helgi DamFAI21774.0