Jøvn tilboð

Tilboðini upp á at gera grundøkið til nýggja skúlabygningin á Giljanesi eru latin upp.

Fimm tilboð komu upp á arbeiðið, og lógu tey rættiliga jøvn hvørt at øðrum. Munurin millum hægsta og lægsta tilboðið var góð hálv millión krónur, skrivar Vága kommuna á heimasíðu síni.

Byggifelagið Dalsbø hevði lægsta tilboðið, sum ljóðaði upp á kr. 2.377.830,- og hægsta boðið átti byggifelagið Falkon, sum beyð sær at gera arbeiðið fyri kr. 2.882.460,-

Tilboðini verða nú kannað, og støða verður so tikin til, hvørjum boði tikið verður av.