Í dag fara skotar á val. Skotska stjórnin hevur spurt fólkið, um Skottland skal loysa frá Stóra Bretlandi ella ikki. Valstøðini opnaðu klokkan 08:00, og væntandi verður valluttøkan stór. Heili 97 prosent av íbúgvunum hava skrásett seg til atkvøðugreiðslu og tískil verður atkvøðugreiðslan hin størsta nakrantíð í Skottlandi. Endaliga úrslitið verður ikki almannakunngjørt fyrr enn fríggjamorgunin klokkan 07:00. Atkvøðurnar frá Glasgow og Edinburgh verða neyvan liðugt taldar fyrr enn um fimm-tíðina í morginárini.
Seinastu mánaðirnar hevur ja-síðan havt stóra framgongd í veljarakanningunum, og leiðslan hjá nei-síðuni, sum var upp á nærum 20 prosent er minkað niður í lítið og einki. Tvær veljarakanningar hava enntá givið ja-síðuni meirilutan, men allarflestu kanningarnar geva nei-síðuni ein lítlan meiriluta, upp á eini tvey ella trý prosentstig. Tó so, enn eru tey mong, onkustaðni millum fimm og níggju prosent, ið ikki hava avgjørt, hvat tey fara at velja.
Fólkaatkvøðan er vegleiðandi og gevur skotsku stjórnini politiskan myndugleika, til at samráðast við ensku stjórnina um sjálvstýri. Ætlanin er, at 24. mars 2016 skal vera almenni loysingardagurin. Hetta gevur skotsku stjórnini gott hálvtannað ár at samráðast um treytirnar fyri loysingini. Inntil tá verður sambandið millum Skottland og Ongland sum í dag.