JA, NÆR ER TAÐ NOKK? Í hvussu so er ikki á Landssjúkrahúsinum!

Eitt rættiliga hitað kjak hevur í seinastuni gingið um játtanina til Landssjúkrahúsið.

Nú nýliga komu  tveir poliitikarar úr  ávíkavist minsta og størsta samgonguflokkinum og siga, at Landssjúkrahúsið fær nokk av pengum tí, játtananir eru øktar ár um ár.

Hvat er hetta fyri eitt merkiligt – men gott borgarligt  - argument ?

Játtanin er nevniliga ikki stór nokk, fyrr enn økið er forsvarliga nøktað sæð, frá bæði

læknasíðu og patientsíðu!

Tað er tað so langt frá .

Spyr bert tey kønu á Landssjúkrahúsinum, og spyr t.d. hjartasjúklingur!

Lat meg lýsa hetta við einum dømi:

Áðrenn 1999, tá fyrsta biologiska gigtamedisinið( Remicade ) varð góðkent í EU, vóru árligu medisinútreiðslurnar  til ein liðagigatsjúkling (hetta er ógvuliga leysliga uppsett): Ibuprofen 600 mg x 3 dgl svarandi til 1.600 kr árliga.

Í 1999 varð gigtaviðgerðin revulutionerað, tí tá kom tað sokallaða biologiska medisinið á marknaðin,men tað var dýrt- sera dýrt.

Henda viðgerðin kostar einar 150.000 kr árliga fyri hvønn sjúkling

Seta vit so, sum eitt dømi, at Landssjúkrahúsið, áðrenn 1999 viðgjørdi 50 liðagigtasjúklingar árliga,so fáa vit eitt sammentingarroknistykki sum sigur,at: 50 sjúklingar á 1.600 kr kosta i alt 80.000 kr við teirri gomlu (og minni góðu viðgerðini) meðan 50 sjúklingar á 150.000.kr árliga við nýggju (og nógv betri viðgerðini), kosta íalt 7,5 mill kr árliga

Altso 80.000 kr móti 7.500 .000 kr!

Ein munur uppá góðar 7 milliónir krónur!

 

Økja Jenis av Rana, Helgi Abrahamsen og Bárður Nielsen, játtanina við 4 milliónum so kunnu teir siga -halda teir- at teir hava økt játtanina til Landssjúkrahúsið  munandi, og tað hava teir eisini .

Men tað er ikki nokk.!!

Tí teir hava ikki loyst problemini hjá sjúklingunum.

 

Teir hava hugt uppá hesi stóru tølini og sagt: Nei hetta hava vit ikki ráð til!!

Vit verða noyddir til at lata onkran svíða!

Og tað verða sjúklingarnir!

Samgongan hevur valt: Vit hava ikki ráð at hava eitt vælfungerandi Landssjúkrahús!

Hetta er bert eitt dømi frá Landssjúkrahúsinum,sum lýsir tann rívandi og kostnaðarmikla útviklingin sum fer fram á medisinska økinum

Vit vita jú, at tað eru fleiri økir á Landssjúkrahúsinum, sum ikki kunnu fylgja við útviklinginum.

Ikki tí tey ikki duga ella tí tey ikki vilja,men tí tær ymisku játtananir ikki strekkja til.

Ikki tí-pengar eru til.

Bara hetta valskeiðið eru inntøkurnar vaksnar við 2,5 milliardum krónum,sum jú ikki eru smápengar,so tað er ikki tí, at vit ikki hava ráð til at hava heimsins besta og tryggasta vælferðarsamfelag, tað krevur bara tað, at Jenis, Helgi, Bárður og hini í samgonguni velja tað.

 

Signar Dam, komunulækni

Tvøroyri

 

PS:

Onkur hevur spurt meg. Hvat feilar? Tú skrivar so nógv fyri tíðina. Ætlar tú at stilla upp til heystar?

Nei eg kann vissa øllum, sum hava handa tankan um, at eg ætli mær ikki at stilla upp.

Men sum ein sum var við, tá okkara tá góða sosialskipan varð fødd í 1959, og sum minnist tá P.M.Dam legdi grundarsteinin til núverandi Landssjúkrahús, so orki eg ikki at síggja tað sum fer fram, uttan at blanda meg uppí.