JA TAKK- Fólkaatkvøða um kommunusamanleggingar

Jóhan Christiansen, borgarstjóri
-----------
Langt um leingi hevur ein landsstýrismaður dirvi til at avgreiða spurningin um kommunubygnaðin í landinum. Tað hevur Kári P. Højgaard rós uppiborði fyri.

Fólkaatkvøðan:
Nú tað nærkast at fólkaatkvøðan skal vera, reisast kvinnur og menn úr øllum herðashornum, og royna at forða fyri fólkaatkvøðuni. Ella, boykott er kanska rættasta orði. Grundgevingarnar, ella rættari sagt undanførðslurnar eru nógvar, sosum: Fólkaatkvøðan kemur ikki at broyta nakað, fólkaatkvøðan fer at skapa størri hurlivasa í kommunala bygnaðinum, vit koma ikki niður á 7 kommunueindir við fólkaatkvøðuni, fólkaatkvøðan verður ein forðing fyri víðari kommunalari menning o.s.fr.

Man gloymir tað mest grundleggjandi av øllum, nevnuliga hornasteinin undir øllum fólkaræði, hvat heldur Føroya Fólk?

Eg haldi hesi fólk, sum nú boykotta, hava púrasta misskilt málið. Lat okkum útdýpa eitt sindur. Tað eru landsmyndugleikanir, ið hava stungið út í korti, at tað skulu vera 7 kommunur í Føroyum. Hetta kjakið byrjaði longu fyri nógvum árum síðani, men enn hevur ikki eydnast at nátt hesum málið. Nú hevur so langt um leingi ein landsstýrismaður rygg til at spyrja føroya fólk hvat tey halda. Men nú er hetta heldur ikki gott. Serstakuliga eru tað tey, sum eru heitir forsprákara fyri kommunusamanleggingum, ið eru ímóti. Orsøkin er einføld, og hon er at tey eru bangin fyri at tapa fólkaatkvøðuna.

Tað fer helst eisini at vera ført fram, at ta “vanliga” fólkið hevur ongan kjans at seta seg nóg væl inn í málið, til at taka eina “rætta” avgerð. Hetta er ein pástandur man tíanverri hoyri alt og ofta millum okkum politikkarar. Haldi sjálvur, at hetta er at niðurgerða fólkið. Eitt tað mest týdningarmesta uppgávan tú hevur sum politikkari er, at upplýsa fólkið í stórmálum sum hesum. Hetta hava landsmyndugleikanir ikki megna. Teir hava rætt og slætt ikki duga at selt boðskapin um kommunusamanleggingar. So meina landsmyndugleikanir verðuliga, at 7 kommunur í Føroyum er tað rætt, so er at fara í gongd við tað sama og upplýsa fólkið, so tey vita hvat tey skulu atkvøða í apríl.
Og júst her liggur ein stór uppgáva. Eysturkommuna gjørdi eina stóra kanning millum borgaran í kommununi, har m.a. bleiv spurt um kommunusamanleggingar. Tað gekk greitt fram av kanningini, at borgarin ikki visti hvat hann skuldi halda um kommunusamanleggingar. 1/3 svaraði “eg veit ikki” til allar, uttan tveir av spurningunum um samanleggingar. Hetta er rættuliga sermerkt haldi eg. Tað eru bert trý ár síðani at Gøtu og Leirvíkar kommunur løgdu saman til Eysturkommunu. So fortreytirnar fyri at borgarin í Eytsturkommunu hevur eina meining og eina ávísa vitan um samanleggingar, áttu at verði til staðar. Ella vit kunna venda tí, og spurt, hvussu skulu borgaranir í teimum kommunum, sum ikki hava verið gjøgnum eina samanlegging vita hvat tosa verður um, tá borgarin í Eysturkommun ivast?
Tí er tað sera umráðandi, at landsmyndugleikar og kommunur nú aktivt fara út at kunnað borgaranar um, hvat tey halda, tá talan er um kommunusamanleggingar. Annars er stórur vandi fyri, at avgerðin verður tikin á skeivum grundarlagið.

Nú havi eg eftirhondini verið 7 ár uppí kommunupolitikkið, og uttan iva er størsta forðingin fyri víðari kommunalari menning, hetta æviga kjakið og togtoganin um kommunubygnaðin, og hetta ógreiða ábygdarbýti millum land og kommunur. Vit hava nú møguleikan við einari fólkaatkvøðu, at greiða aðra av hesum forðingum. Tá tað er gjørt, so eigur man at fara undir eina miðvísa tilgongd, so kommunurnar kunna yvirtaka eldraøkið og fólkaskúlan innan ov langa tíð.

So mín tilráðing er avgjørt, lat okkum spyrja føroya fólk um kommunusamanleggingar, og lat okkum virða tað úrslitið komi verður til.
Tað er avgjørt neyðugt at hesin spurningurin verður avgjørdur nú, so skaðin ikki gerst størri, enn hann longu er.

Tit sum eru fyri samanleggingum, gerðið tykkara til, so tykkara tilráðing verður hoyrd. Tit sum eru ímóti samanleggingum, gerðið tað sama. Lati so fólkið tala, og lat okkum so koma víðari, til gangs fyri alt Føroya land.