Jackson týdningarmiklari enn doyggjandi kvinna

Ein amerikansk familja hevur júst uppgivið at føra rættarsak ímóti einum amerikanskum hospitali, sum sigst at hava favoriserað Jacko fram um eina doyggjandi kvinnu.

Tá ið Michael Jackson í 2005 varð ákærdur fyri kynsligan ágang móti einum 13-ára gomlum drongi, klagaði hann um influenzasymptomir og kom tískil á sjúkrahús.

Starvsfólkið á sjúkrahúsinum vildu so gjarna gera alt gott fyri Michael Jackson, at tey fluttu eina doyggjandi kvinnu úr einari tvey- manns stovu, fyri at Michael Jackson kundi liggja einsamallur á stovuni.

 

Kvinnan, sum hevði havt ein hjartatilburð, endaði við at doyggja av hesum.

Sjúkrahúsleiðslan avvísir allar klagur og nú hevur familjan sum sagt uppgivið rættarsakina.

 

- Mínir klientar eru vanlig fólk og stóra pressið av longu gongdini er vorðið ov nógv fyri tey, greiðir James McKiernan, advokatur, frá.