Hvussu hevur pápi tín tað, og hvat tekst hann við, soleiðis ljóða orðini ofta frá tínum nógvu vinum og kenningum. Svarið ljóðar, at hann hevur tað gott og er í fult vigør. At siga frá øllum tí, tú tekst við um dagarnar, vildi verið at troytta fólk meira enn gott er, men nú høvið býðst, kunna tit fáa eitt lítið úrval her. Báturin verður dúgliga nýttur hvørt summar. Tá allar boksir vórðu fullar, mátti fiskur avreiðast, sjálvt um tað beyð tær hart ímóti. Drívhúsið við rósum, kryddurtum og tomatum krevur eisini eina áhaldandi hond fyri at trívast og blóma. Konan skal koyrast til og frá arbeiðið, at verða barnagenta stendur ikki á og abbabørnini, sum eru í skúla skulu helst hava døgurða hvønn dag. So eru tað gæsnar, dunnunar, og ikki at gloyma hønunar og seyðurin, sum hóast ikki so nógv í talið meira, tó krevja sítt hvønn dag. Nú mundi vit gloymt allar ætlanirnar, sum ikki fakkast, men bara økjast sum árini líða.
Yrkisleiðin hevur verið long og spennandi, kanska meira skiftandi enn tey flestu høvdu brýggja seg um, men hugurin at royna okkurt nýtt hevur altíð verið. Eftir lokna skúlagongd í Fámjin og Tvøroyri royndi tú teg sum útróðramann og lastbilaførari, var síðan eitt stutt skifti krambakallur hjá NJM á Tvøroyri. Síðan gekk leiðin til Keypmannahavnar at nema vitan innan bókhald og handil. Eitt 10 ára skeið vart tú í Føroyingahavnini sum formaður á frystaríinum, har møttist fólk úr øllum Føroyum og har vórðu nógv vinarbond knýtt, tað finst neyvan tað stað í Føroyum at tú ikki kennur onkran, tínar myndir og søgur úr Grønlandi eru prentaðar í minnið. So var tað landbúnaðurin sum skuldi roynast, tú fór á landbúnaðarskúla í DK at nema tær vitan um høsnahald, og stutt eftir var stórur høsnagarður reistur í Fámjin, men hetta vardi tó ikki leingi, so varð aftur boð eftir honum, fyrst á Suðurfisk í Vági og seinni tá Sjóvinnubankin skuldi lata deild upp á Tvøroyri. 23 ár sum leiðari á bankadeildini á Tvøroyri varð uppgáva sum kravdi bæði hegni og skil, men ikki minst eitt lætt lindi og tokka til menniskju.
Jákup hevur eisini verið virkin á politiska pallinum sum formaður í sambandsflokkinum í Suðuroy í mong ár og sum virkin limur í bydgaráðnum í Fámjin í fleiri ár. Ein frælslyntur og realistiskur sambandsmaður er eingin ansøgn tá vit tosað um pápa.
Jákup er einkarsonur Joen Petur Michal og Jacobinu Jacobsen (fødd Albinus) Fámjin. Langabbabørnini eru tvey, abbabørnini 13, og børnini eru fýra, sum øll búgva í Suðuroy.
Jákup er familjukærur, men kennir eisini virði í góðum vinarlagið. Kemur fólk á gátt ella onkur ringir, so dugir hann bæði at lurta og at práta og blíðskapurin trýtur ikki.
Til Pápa okkara á 80 ára degnum ynskja vit eitt stórt tillukku og takk fyri alt tað tú hevur verði fyri okkum og okkara børn, tú var og er álitið hjá okkum øllum.
Heilsan Børnini
Felagsføðingardagur verður fyri Nancy og Jákup í Vesturhøll fríggjadagin 15. desember, øll eru vælkomin.