- Makrelurin var av fyrstantíð ein sonn sólskinssøga, har vit stóðu saman (ikki øll), men nú er nógv, ið bendir á, at stríðið, sum savnaði tjóðina, verður eitt innanhýsis stríð, ið setur kílar í fólkið.
Soleiðis byrjar Hanus Samró sítt lesarabræv í kvøld, sum viðger avgerðirnar hjá Jacobi Vestergaard um makrelfiskiskapin.
Hanus Samró vísir á, at tað vóru mong, ið ikki vóru samd við landsstýrismanninum, tá hann í 2009 valdi at biðja løgtingið um heimild at áseta Føroyum hægri makrelkvotu. Partar av fiskivinnuni, búskaparfrøðingar og politiskir mótstøðumenn høvdu allir sínar grundgevingar fyri, hví so ikki skuldi gerast. Torbjørn Jacobsen kærdi enntá landsstýrismannin fyri landsstýrismálanevndina, men men tað var sum at sletta vatn á gás. Kvotan varð økt.
- Øll eru samd um, at Jacob Vestergaard gjørdi eitt fantastiskt arbeiði. Serliga, tá ES fyrst hótti og síðan setti handilsbann fyri føroyskum útflutningi (tað var orsakað av sildini, men eisini makrelinum), men sheriffurin stóð sum drangur í brimi. Hann veik ikki ein tumma, skrivar Hanus Samró.
- Tað er eingin ivi, at avgerðin hjá Jacobi Vestergaard hevur havt stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar. Ja, eg vil enntá fara so langt at siga, at hetta er eins stórt, og tá Føroyar fluttu fiskimarkið út á 12 fjórðingar í 1964 og 200 fjórðingar í 1977, skrivar Hanus Samró og vísir á, at meðan so at siga eingin makrelur varð landaður í Føroyum áðrenn 2010, verður í dag nærum allur makrelurin landaður í Føroyum og tilvirkaður til mannaføði. Hetta hevur eisini havt við sær, at tvey nýggj virki eru opnaði í Føroyum, á Tvøroyri og í Fuglafirði.
Hanus Samró sigur, at veikleikar eru við verandi fiskivinnuskipan, men at tað er júst tí, at samgongan í løtuni samráðist við andstøðuna um ein fiskivinnunýskipan. Tí er tað serliga óheppið, at fólkið nú er farið í tvíningar.
- Grannin, ið siglir við nótaskipi, sum annars altíð er fittur og fryntligur, er brádliga partur av makrelmafiuni. Konan hinumegin vegin, ið starvast sum lærari, hon verður snýtt, tí hennara partur av makrelinum, av fólksins ogn endar í lummanum hjá grannanum - hatta bartrogið. Landsstýrismaðurin, ið umsitur føroysku fiskivinnuna, er føroyska svarið uppá Don Corleone, ið býtir makrelloyvini út til vinir og kenningar - figlio di puttana, skrivar Hanus Samró.
Hanus Samró biður okkum tí heldur gera tað, sum er best fyri føroyska samfelagið.
- Og tað gera vit við at avmarka útlendskan eigaraskap og sleppa undan uppboðssøluni, skrivar hann at enda.