MAKRELSTRÍÐ
Eftir seinastu samráðingar millum strandalondini Føroyar, Noreg, ES og Ísland um býtið av felagskvotuni av makreli, ásetti Ísland sær sína egnu kvotu fyri 2011.
Íslendski fiskimálaráðharrin boðaði eftir fundin frá, at Ísland fer at fiska tilsamans 17% av heildarkvotuni, sum í mesta lagi verður 646.000 tons.
- Hetta er kvotan, sum vit áseta okkum, og so mugu hini londini í samstarvinum hugsa um hetta, tá tey fara at áseta sær sínar kvotur, so veiðan ikki fer upp um heildarkvotuna, segði íslendski fiskimálaráðharrin.
Ikki ovfarin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg ikki vera ovfarnan av hesi avgerð hjá Íslandi.
- Jú, eg væntaði, at Ísland fór at melda út beinanvegin eftir seinasta fund, sum var í Oslo. Tað gjørdu teir eisini í fjør.
Ísland hevur í fleiri ár havt eygleiðarastøðu í strandalandasamstarvinum, sum verið hevur um býtið av felagskvotuni av makreli.
- Ísland hevur í fleiri ár fiskað stórar nøgdir av makreli í íslendskum sjógvi, og í fjør var landið fyrsti ferð við í samráðingum um at gerast ein partur av avtaluni. Tað eydnaðist ikki at fáa teir við í fjør – og tað er nú heldur ikki eydnast í ár, sigur Jacob Vestergaard.
Spurdur, hvørja støðu Føroyar hava til, at Ísland vil hava ein so frægan part av felagskvotuni, sigur landsstýrismaðurin, at tað í fyrsta lagi eru Noreg og ES, ið sita við meginpartinum av kvotuni, og tí eru tað eisini hesi londini, sum Ísland hevur stríðst við í samráðingunum.
Eitt betri býti
Jacob Vestergaard dylur kortini ikki fyri, at Føroyar sum partur av hesum samstarvi gjøgnum fleiri ár hevði væntað sær ein frægari kvotupart enn tann, sum Ísland fór at fáa í avtaluni.
- Noreg og ES bjóðaðu Íslandi stívliga 3% av heildarkvotuni, men tað vildu teir slett ikki hoyra talan um. Teir tóku hetta, sum um teir vórðu hildnir fyri spott í einum møguligum samstarvi. Tá Ísland sá, hvønn veg tað bar, og at teir ikki fóru at koma nakran veg í samráðingunum um býtið, pakkaðu teir taskurnar og fóru av fundinum. Teir hildu ikki, at tað loysir seg hjá landinum at verða við í einum samstarvi, sum eftir teirra tykki gevum teimum so lítið av einum tilfeingi, sum svimur í teirra egna sjógvi.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at tað tí slett ikki var óvæntað, at Ísland fór at melda út beint eftir fundin í Oslo.
Hann ásannar, at tað sjálvandi kann hava týdning fyri Føroyar, hvørja støðu Ísland tekur í einum slíkum máli.
- Hóast Føroyar slett ikki stóðu yvirfyri Íslandi sum teir, ið ikki unna teimum eitt betri býti, fylgdu føroysku umboðini gongdini, tí tað vil altíð vera soleiðis, at okkara støða verður nakað tengd at Íslandi. Jú, sterkari Ísland stendur, so smittar hetta – alt annað líka - eisini á okkum, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin væntar ikki, at Føroyar høvdu undirskrivað eina avtalu í Oslo á samráðingarfundinum seinast, um vit vórðu fyri einum minni prosentparti enn Ísland.
Sama ynski
Jacob Vestergaard sigur, at Føroyar í útgangsstøðinum hava somu ynskir, sum vit høvdu undir samráðingunum um býtið av makrelinum í ár.
- Vit ynskja framhaldandi ein part av felagskvotuni, sum liggur um tey 15%, ið svarar til eini 85.000 tons. Hinvegin er tað soleiðis, at ert tú í samráðingum við aðrar partar um býtið, mast tú eisini vera til reiðar at fara í ein dialog við hinar partarnar um, hvussu røkkast kann á mál.
Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar eins og Ísland hava fullgóðan rætt til at veiða tey fiskasløg, sum eru í okkara sjógvi.
- Hetta er ein altjóða rættur. Tá talan er um uppisjóvarfisk, sum ferðast millum høv, eiga lond at miðja eftir at fáa í lag avtalur, soleiðis at felagsstovnurin verður troyttur á burðardyggum grundarlagi. Men tað eru ikki bara tey smærru londini, sum hava ábygd av hesum.
Jacob Vestergaard vísir á, at Noreg og ES kunnu ikki bara áseta sær sínar kvotur og fara avstað við tí mesta, samstundis sum londini heita á eitt nú Føroyar og Ísland um ikki at fiska ov nógv.
- Tey stóru londini kunnu ikki tiltvinga sær tær stóru kvoturnar og siga, at tey fiska burðardygt, meðan tað eru hini londini, ið sita við tí minna partinum, sum ikki gera tað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.