Jacob Haugaard á pall í berum undirbuksum

Føroyski útisetin, Jacob Haugaard, hevur havt úr at gera alt summarið á tremur. Han er ein av oddafiskunum á Grøn Koncertunum, ið hevur sum høvuðsendamál at stuðla vøddasvinnsgrunninum.

 

Í Kolding trein hann inn á pallin í berum undirbuksum. Klokkuverkið hevði hann í røttum gentleman-stíli lagt í vinstru brók, so nú verður hann av mongum ikki bert mettur at vera stuttligasti maður í Danmark, men eisini hin djarvasti.

 

Jacob Haugaard er kendur fyri at lata seg í ein nýggjan litríkan klædning hvørja ferð hann trínur inn á ein pall. Hetta er 27. ferð at hann er frásøgumaður á mongum grønu konsertunum.