Millum nýggju dansararnar í komandi umførum í heyst av donsku sendingini “Vild med dans”, verður tónleikarin og skemtarin Jacob Haugaard, ið er av føroyskari ætt.
Hetta avdúkar danska TV2.
Hóast Haugaard hevur roynt mangt í sínum lívi, so er hetta at dansa ikki tað, ið hann hevur gjørt nógv við, ella kanska millum lítið og onki.
- Eg eri spentur, og mær dámar væl ymsar búnar, flottar skógvar og ein framúr góðan tónleikabólk, men eg eri als ikki tryggur á hesum økinum, sigur Jacob haugaard við TV2.
Hóast hann avgjørt ikki hevur dansað nógv, so tekur 69 ára gamli entertainarin av avbjóðingini.
- Men vágin vinnur – og eg tori at missa fótafestið eina stund. Ikki at tora, er at missa seg sjálvan, sigur Jacob Haugaard.
Haugaard er føddur í Føroyum. Seinni flutti familjan til Danmarkar, Aarhus, og á tónleikapallum har byrjaði hann yrkisleið sína. Hann skemtaðist saman við Finn Nørbygaard. Innan tónleikin kenna vit hann fyri sangir sum Havaje, sum serliga Kim Larsen gjørdi kendan, og Fiskafrikadello, sum hann og føroyski Símun von Konoy syngja.
Heilt óvæntað varð Haugaard í 1994 valdur í Fólkatingið, eftir skemtilig vallyfti sum til dømis: “Undanvind á súkklubreytini” og “Størri jólagávur til øll”.
“Vild med dans” byrjar á TV2 tann 10. September 2021.