Jacob hevur ein trupulleika

- Umráðandi er, at tað, sum verður gjørt frá føroyskari síðu í makrelmálinum, hevur so breiða undirtøku sum gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm, formaður í uttanlandsnevndini

TRUPULLEIKI

Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hans Pauli Strøm, heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær ein trupulleika, um hann ikki lurtar eftir nevndini í spurninginum um býtið makrelinum.
- Tað eru tveir flokkar umboðaðir í uttanlandsnevndini, sum Jacob Vestergaard er í samgongu við, og umboðini hjá teimum taka undir við stóra meirilutanum í nevndini, sigur hann.
Tilráðingin hjá uttanlandsnevndini til landsstýrismannin er ein føroysk eginkvota, sum svarar til 15% av tí, sum fiskifrøðin metir er ráðiligt at fiska av makreli í 2011.
Ein stórur meiriluti í nevndini sigur, at alt, sum fer um tey 15%, eigur at lutast Havstovuni at umsita sum royndarkvota, ið skal bjóðast út og seljast.

Breið undirtøka
Landsstýrismaðurin hevur ásett Føroyum eina eginkvotu á 150.000 tons, og tað merkir, at umleið 60.000 tons eru eftir, sum uttanlandsnevndin metir eiga at verða boðin út.
Einki bendir á, at landsstýrismaðurin ætlar, at partar av kvotuni skulu bjóðast út, soleiðis sum ein stórur meiriluti í uttanlandsnevndini mælir til.
Hans Pauli Strøm veit, at landsstýrismanninum ikki nýtist at lurta eftir nevndini, tí hann ræður á økinum.
- Men vit halda tað vera ógvuliga umráðandi, at alt, sum verður gjørt frá føroyskari síðu í makrelmálinum, hevur so breiða undirtøku sum gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm, formaður í uttanlandsnevndini.