Seinnapartin í gjár fingu verkafólkin, sum arbeiða upp á Saltsiloina á Drelnesi forkunnuga vitjan
Tað vóru brøðurnir, Jan og Jacob Haugaard, sum vitjaðu.
Tað var Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari, sum hevði boðið teimu at síggja Saltsiloina. Jan og Jacob Haugaard eru hálvir tvøramenn, mamma teirra var av Tvøroyri, har Jacob eisini er føddur.
Jacob Haugaard er kendur skemtari og tónleikari í Danmark. Hann er eisini fyrrverandi fólkatingsmaður, tí á fólkatingsvallinum í 1994 varð hann valdur í Fólkatingið fyri egna flokk sín, » SABAE«, sum stendur fyri »Sammenslutningen af Bevidst Arbejdssky Elementer«. Hann hevði tá stillað upp til fólkatingið síðani 1979. Á valinum í 1998 valdi hann ikki at stilla uppaftur.
Tað vóru starvsfólk hjá Sp/F BKE, Sp/F Suðursmíð, Sp/F Roast og Sp/F TG - Verk, sum fingu høvi at heilsa upp á brøðurnar í gjár – og teir fegnaðust um at síggja hesa spennandi verkætlan og søgdu báðir, at teir koma aftur til Tvøroyrar, táið SALT verkætlanin er liðugt gjørd.