Jacob og Kølbæk á Eplafestivali

Eitt einstakt æl hevur higartil verið á Eplafestivalinum seinnapartin, men tað hevur ongan týdning havt, tí nógvar hurðar í Trøðum eru opnar.

Nógv fólk hevur verið í Trøðum á Sandi í morgun og nú seinnapartin, nú Eplafestivalur er. Lagið á fólki er gott, og nógv verður prátað, bæði úti og inni í hugnaligu sølubúðunum. Hetta er ein rættiligur familjudagur.

 

Tíðliga seinnapartin var eitt ordiligt regnæl, men tað vardi stutt og hevði ongan týdning fyri tiltakið. Nógvar hurðar í Trøðum standa opnar, og nógvar hugnaligar smásølur eru um alt bygdarlagið.

 

Vitjandi eru úr øllum landinum, og nógv hava keypt sær ymiska grøði, umframt at kjøt, fiskur og annað eisini verður selt. Onkur selur hondgjørd pløgg, og fleiri sølur eru við kaffi, køkum, eplamorli, pylsum og øðrum.

 

Men, ein slíkan dag er eisini onkur til arbeiðis. Á festivaløkinum seinnapartin tóku vit hesa myndina av Jacobi Vestergaard, løgreglumanni, sum var til arbeiðis í dag saman við sjálvum fútanum, John Kølbæk.

 

- Her gongur alt upp á stás, og lagið er gott. Vit arbeiða her suðuri eina løtu, so teir, ið annars eru her suðuri og búgva her, kunnu halda frí, nú Eplafestivalurin er, sigur Jacob Vestergaard.