Uppskotið um, at skipini hjá Strandferðsluni skulu frítakast fyri at rinda havnargjald, er afturtikið. Tað bleiv fráboðað á tingfundi seinnapartin. Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum legði uppskotið fram, men á tingfundinum seinnapartin boðaði løgtingsformaðurin frá, at landsstýrismaðurin hevði tikið uppskotið aftur.
Uppskotið hevur fingið eina sera kaldliga móttøku, og kommunur og onnur hava sagt, at uppskotið er í stríð við grundlógina. Tað helt innlendismálaráðið eisini og vildi tí ikki leggja málið fram.
Tað gjørdi fiskimálaráðið, tí ráðið helt ikki, at uppskotið stríddi ímóti grundlógini. Men seinnapartin tók landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppskotið aftur.
Málið hvørvur tó ikki so úr Løgtinginum, tí Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur sett fram spurning í Løgtinginum, har hann vil hava Jacob Vestergaard at grundgeva fyri avgerð síni at taka málið aftur.