Jacob Vestergaard bakkar fyri løgmanni

– Eg kann gott taka eitt prát innanhýsis í samgonguni fyri at sissa útlendingar

Tað sigur Jacob Vestergaard við Kringvarpið í dag í sambandi við, at Bárður Nielsen, løgmaður, í gjár segði, at neyðugt verður at hyggja upp á viðurskiftini at vita, hvat kann gerast, so allir partar kunnu vera samdir um, hvussu gjørt verður við springaradráp í framtíðini.

 

Jacob Vestergaard hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at vit ikki skulu geva okkum fyri trýsti uttaneftir – og beinleiðis spurdur í Kringvarpinum fyrr í vikuni segði hann, at hann ætlaði ikki at gera nakrar broytingar eftir springaradrápið sunnukvøldið, sum hann annars segði var fyrimyndarligt.

 

Eftir øllum at døma er Jacob Vestergaard nú ikki eins avgjørdur, sum hann var fyrr í vikuni, um, at ongar broytingar skulu gerast í lógini viðvíkjandi springaradrápi.