Sum In.fo skrivaði fyri løtu síðan, er stór grind fyrrapartin funnin vestan fyri, men sambært sýslumanninum, Finnboga Midjord, verður grindin ikki hildin til, soleiðis sum koronu-støðan er í Føroyum í løtuni. Sýslumaðurin sigur seg hava snakkað við farsóttarnevndina, og har mæla tey frá at halda grindini til. Sama er, tá hann vendi sær til Pál Weihe, ráðgeva.
Sambært In.fo sigur Finnbogi Midjord seg onga meining hava um tilmælini hjá - í hesum førinum - farsóttarnevndini og Pál Weihe. - Tað gerst ikki við. Vit mugu bara góðtaka støðuna, soleiðis sum hon er í løtuni, sigur sýslumaðurin nú um middagsleitið.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevði ikki hoyrt um grindina í Vágum, tá vit fregnaðust hjá honum fyri løtu síðan. Men, hann heldur ikki nógv um avgerðina at lata grindina, sum fer funnin vestan fyri, fara til havs aftur.
- Nei, eg eri slett ikki samdur í, at neyðugt er at lata grindina fara. Føroyingar hava rætt til at drepa grind, og uppgávan hjá sýslumanninum er at skipa fyri drápinum. Sjálvandi eigur sýslumaðurin at taka hædd fyri eitt nú veðri og líkindum annars.
Jacob Vestergaard, sum sjálvur hevur verið sýslumaður, sigur, at hann hevði ikki mælt til at latið grindina farið, um tað var hansara avgerð, og sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum heldur hann, at sjálvandi átti grindin at verið hildin til í dag.
- Tað ber væl til at skipa bæði dráp. flutning og uppskering sambært tilmælum. Hetta gjørdu vit í fjør summar , og tað var eingin trupulleiki. Nei, eg eri ikki samdur í, at vit eiga at lata grind fara, endurtekur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.