Telvingin um ymisku nevndarsessirnar, sum fer fram í dag, er ikki liðug enn, men úr løgtinginum frættir Portalurin í løtuni, at Jacob Vestergaard er einmælt valdur til formann Fólkafloksins á tingi.
Portalurin hevur tíðindafólk í løgtinginum í løtuni, og meiri verður at frætta haðani so hvørt, sum dagurin líður.