Jacob Vestergaard framvegis í bíðistøðu

- Eg haldi ikki, at ES tilætlað dregur fundardagin út. Tað er meiri skipanin í felagsskapinum, ið er stór og stirvin, sigur Jacob Vestergaard, ið heldur, at hugsandi er, at ein fundur verður við fiskivinnukommiserin í ES tíðliga í juli mánaði

MAKRELUR

Enn er eingin endaligur dagur ásettur, nær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sleppur á fund at hitta fiskivinnukommiserin í ES í sambandi við makrelmálið.
Landsstýrismaðurin hevur annars verið á fundi við íslendska og norska fiskimálaráðharran um spurningin, men enn vantar fundurin, sum ætlandi skal verða við fiskivinnukommiserin í ES.

Samband er
Jacob Vestergaard sigur í morgun, at samband hevur verið millum Fiskimálaráðið og ES um spurningin.
- Møguligir fundardagar hava verið nevndir, men enn er einki endaliga avtalað.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein dagur sum 5. juli hevur verið nevndur sum ein møguleiki, men næstu dagarnar verður greitt, um hetta verður dagurin – ella, um fundardagurin verður ein annar.
Jacob Vestergaard ásannar, at tíðin er ikki við okkum, um Føroyar skulu áseta sær egna makrelkvotu fyri 2010, nú strandalondini ikki kundu semjast um býtið av felagskvotuni á seinasta fundi, sum var í London fyrr í summar.
Føroyar vilja ikki góðtaka, at parturin hjá okkum framhaldandi verður minni enn 5% av felagskvotuni, meðan Noreg og ES kanna sær alla restina.
Kravið hjá Føroyum í samráðingunum við hini strandalondini hevur verið í minsta lagi 15%, men tað er einki, sum bendir á, at Noreg og ES yvirhøvur vilja økja føroyska partin nakað sum helst.
At politiskir fundir nú hava verið millum partarnar, og slíkur fundur eisini skal verða við fiskivinnukommiserin í ES, er ein avtala, sum er komin í lag, eftir at Jacob Vestergaard fyri eini tíð síðan var á fundi í uttanlandsnevndini at umrøða støðuna í makrelspurninginum.
Nú samráðingarnar millum strandalondini slitnaðu, hevur Jacob Vestergaard ætlað at tillutað Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á 150.00 tons, men politiska baklandið í Føroyum ynskti, at viðurskiftini fyrst verða tikin upp á politiskum støði millum partarnar, sum varða av makrelinum.

Ikki tilætlað
Tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd, og enn restar fundurin, sum fiskimálaráðharrin skal hava við fiskivinnukommiserin í ES um málið.
Sjálvur ásannar Jacob Vestergaard, at ES er eitt størri ”apparat”, og tí er tað ikki bara sum at siga tað at fáa ein slíkan fund í lag.
- Men eg haldi ikki, at ES tilætlað dregur fundardagin út. Tað er meiri skipanin í felagsskapinum, ið er stór og stirvin, leggur landsstýrismaðurin aftrat.