Jacob Vestergaard – Hvør annar enn tú kann gera nakað við tálming hjá kommununum

Tórshavnar Kommuna einsamøll hevur avgjørt at hækka íløgurnar í høvuðsstaðin við 100 milliónum krónum komandi ár. 

Íløgurnar fyri 2008 eru settar til 256 milliónir krónur. Í ár er talið 155 milliónir

Til sammetingar er íløgukarmur landsins í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 - 210 mill +65 mill (flogvallaútbyggingin) = 275 millónir.

Niðanfyri er tikið brot úr samrøðu í Norðlýsinum 28.09.07

 

Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Norðlýsið m.a. :

 

”Eg havi ongar møguleika til at grípa inn móti Tórshavnar Kommunu”

 

”Hettar er ikki í tráð við tað sum eg og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss avtalaðu við kommunurnar – nevnuliga at royna at tálma.”

 

”Eg má tó staðfesta, at miðøkið er í ferð við at avlaga alt samfelagið.”

 

”Eg kann bara staðfesta, at komandi fíggjarlóg hjá Tórshavnar kommunu bert er ein staðfesting av, hvussu óvjant livikorini eru hjá borgarunum í ymisku økjunum í landinum.”

 

”Við at hækka íløgurnar heilar 100 milliónir krónur komandi ár er Tórshavnar Kommuna beinleiðis við til at gera skeivleikarnar í samfelagnum uppaftur størri, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður í kommunumálum”

 

Eg eri samdur við J. Vestergaard í flestu av hansara niðurstøðum, tó má eg ásanna, at um ikki landsstýrismaðurin sum umsitur kommunumál ikki kann gera nakað við hendan fíggjarliga ørskap, so er nakað púra galið.

Ein kommuna eigur ikki at kunna hóvreiggja sær á tann hátt, sum Tórshavnar Kommuna ger, púra hensýnsleyst er hon við at kóka alt samfelagið upp, alt meðan tað frá landspolitiskari síðu verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tálma, minka um íløgur og rakstur – hetta hóast stórur partur er lógarbundnar játtanir á rakstrarsíðuni.

Ongin kommuna skal krevja meira inn í skatti enn tað sum skal til at figgja kommununa.

Hevur Tórshavnar kommuna kravt 160-180 mill og nógv inn yvir ár og sett í tiltaksgrunn ella á konto, so hevur hon kravt ov nógv inn og eigur minka skattaprosentið.

Innlendismálaráið eigur at kanna, um kommunan hevur kravt ov nógv inn í skatti, tí tað er væl tað sum er orsøk til at ein kommuna kann spara 100 tals milliónir á konto ella í tiltaksgrunn.

Eisini eigur innlendismálaráðið at fara inn og meta um skattaprosentið í mun til uppgávurnar kommunan hevur.

Landsins myndugleikar eiga at kunna stýra við skili, men tað verður trupult, um neyvt fíggjarligt eftirlit við kommununum er møguligt.

Eisini eigur landið at kunna áseta íløguloft hjá kommununum, hóast tær ikki skylda nakað, hetta má endurskoðast skjótast.

 

Hvør skal hava fíggarliga eftirlitið?

Eg meti ta er skeivt, at tann kommunali fíggjarligi parturin er undir ábyrgd hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, men eigur sjálvsagt at verður undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og stýringsamboðið eigur at verða ein samankoyrd skipan, soleiðis at neyvari eftirlit kann verða við nýtslu kommununar.

 

Landið innkrevja allan skatt og síðan býta út?

Tað skuldi eisini verið umhugsað als ikki at havt kommunuskatt- men at landið kravdi allan skatt inn og deildi so útaftur eftir nærri ásettum frymli sum gjørdi, at kommunueindirnar allar vildu verið meir likastillaðar við tænastum til sínar borgarar.

Sum er, er tað bert ein og tað er Jacob Vestergaard sum umsitur og ásetur kommunalu karmarnar og hevur eftirlitið við teimum.

Einans Jacob Vestergaard kann forða fyri, at kommununar fara yvir gevind við rakstrarkostnaðum og íløgum og eigur at forða fyri, at kommununar ikki verða tær, sum koma at avlaga og hita búskapin enn meira upp, og tí havi eg ilt við at skilja hansara útsøgn í Norðlýsinum - nú eisini endurgivið á Portalinum.

Mín áheitan á Jacob er at leggja seg í selarnar og vísa, at Fólkaflokkurin sum í samgonguni hevur komununar um hendi eisini veruliga vil arbeiða fyri tálming og ikki sleppur púra leyst við at geva kommununum frítt slag.

Vágur 29.09.2007