Jacob Vestergaard krevur samráðingar um Kyoto

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, stuðlar ikki Jóannesi Eidesgaard, løgmanni í Kyoto-málinum Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Jacob Vestergaard, heldur fast um , at føroyingar skulu samráðast við donsku stjórnina um, hvussu nógv Føroyar skulu skerja CO2-útlátið.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vil hava undirtøku fyri at geva danska umhvørvisráðharranum lyfti um, at Føroyar eru til reiðar at skerja CO2-útlátið eftir sama leisti sum Danmark, tað vil siga átta prosent frá 2008 til 2012.

Men tann stuðulin fær løgmaður ikki frá Jacob Vestergaard. Hann sigur við Kringvarpið, at Føroyar eiga ikki at fylgja harraboðum sum tað einasti landið í heiminum.

Jacob Vestergaard vil sleppa at kanna, hvat tað merkir, at vit skulu skerja útlatið átta prosent komandi árini.