Jacob Vestergaard nøgdur

Fiskidagar

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við endaligu samtyktina á tingi, sum næstan er identisk við upprunaliga uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

- Endaliga samtyktin liggur – um ikki heilt – so rættiliga nær mínum uppskoti um, hvussu fiskiveiðan skal skipast í komandi fiskiári.

Hann sigur, at fiskimálaráðið nú fer at samskifta við vinnunevndina um, hvussu fram skal farast við øðrum ásetingum, ið skulu fremjast við kunngerðum, eitt nú teimum friðingum, ið skulu fremjast, umframt hvussu vinnuliga veiðan skal skipast á innastu leiðunum – eitt nú hjá vinnuligum útróðrarbátum við línu og hjá línuskipum, ið ætlandi skulu longur út at royna.

Jacob Vestergaard vísir á, at tá ætlanin nú er at taka vinnuliga línuveiði hjá útróðrarbátum út um ein fjórðing, er talan ikki um at banna snellu-og snørisveiði innari.

- Nei, tað haldi eg ikki, vit eiga at gera, leggur hann aftrat.

Samgonguumboðini í vinnunevndini hava heitt á landsstýrismannin um sum skjótast at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, so vinnan fær so støðugar karmar sum gjørligt at virka undir.

Hetta arbeiði skal verða tøkt, tá løgtingið í august 2010 skal áseta fiskidagar og friðingar fyri fiskiárið 2010/ 2011.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur eisini sett fólk at kanna, hvussu brúksskylda kann áleggjast teimum, sum fáa fiskidagar. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 1. november í ár.