Jagger pápi fyri 8. ferð

Rolling Stones sangarin Mick Jagger verður brátt pápi fyri 8. ferð.

Enskir miðlar komu við tíðindunum um, at Rolling Stones sangarin Mick Jagger brátt verður pápi fyri 8. ferð. Tíðindi eru váttað.

 

Tann 72 ára gamli sangarin skal verða pápi og tað er saman við 29 ára gomlu unnustu síni, Melanie Hamrick.

 

Jagger eigur frammanundan 7 børn í aldrinum frá 45 niður til 17 ár.

 

Mick Jagger eigur tvey abbabørn.

 

Um Jagger fer í pápafarloyvi er ivasamt, tí gomlu rockararnir í Rolling Stones koma í ár við síni 25. studio-útgávu.