Jakobina Tórstún við nýggjari fløgu

Í ólavsøkuvikuni kemur fløgan ?Rensl? við Jakobinu Tórstún á marknaðin Lítið hevur verið at hoyrt til Jakobinu, síðan hon fyri 25 árum síðani var við á plátuni ?Gluggamynd? saman við beiggjanum, Paula.

 

Hesaferð er tað Jakobina einsamøll, sum stendur fyri útgávuni, men hon hevur fingið góða hjálp frá einari røð av okkara bestu og royndastu tónleikarum. Á fløguni hoyrast - umframt Jakobinu - Pauli Hansen, Jógvan Dahl, Thomas M. Smith, Kári P., Fróði Vestergaard, Terji Rasmussen, Jónleif Jensen, Arnbjørn Sivertsen, Jóan P. Andreassen, Hildebjartur Hansen, Ólavur Olsen, Magnus P. Poulsen, Tóri Restorff Jacobsen, Mikael Thomsen, Kolbein Simonsen og Sámal Ravnsfjall.

 

Jakobina eigur sjálv fýra av teimum tíggju løgunum á fløguni, meðan bróðurin, Pauli Hansen, Per Debess, Birgitte Hylin og Lilja Trúgvadóttir eiga hini. Ein tekst hevur Jakobina eisini skrivað, meðan hinir orðasmiðirnir eru Jóanes Nielsen, Rói Patursson, Kári P, T. N. Djurhuus, Aleksandur Kristiansen og Hans J. Glerfoss.

 

Terji Rasmussen hevur staðið fyri upptøkunum, sum eru gjørdar í Oyravox-upptøkuhølunum í Nólsoy, og fløgan er miksað og mastrað í Danmark. Tí arbeiðinum hevur Flemming Hanson staðið fyri.

 

Olivur við Neyst hevur gjørt permumyndina, meðan Hannis Egholm hevur staðið fyri grafisku sniðgevingini.

Tónleikurin á fløguni er melodiøsur og lættur fólkatónleikur, har stórur dentur eisini verður lagdur á tekstsíðuna.

 

Jakobina sigur, at við fløguheitinum ?Rensl? hugsar hon um tað, sum rennur okkum í huga, streymar ígjøgnum okkum, bæði fyrr, nú og í framtíðini.