Leygardagin fara Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ til bretska høvuðsstaðin London, har teir komandi dagarnar skulu venja við 2. deildarfelagnum Watford FC.
Tað er millumhandlarafelagið Nordplayer, sum hevur fingið hetta í lag. Jákup í Stórustovu, sum er umboð hjá Nordplayer í Føroyum, sigur, at tað hevur tikið rættiliga langa tíð at fáa alt upp á pláss. Ein trupulleiki var spurningurin um ES-borgaraskap. Túrurin skuldi eisini passa saman við arbeiðsplássini, og herfyri var Heðin á Lakjuni eisini við A-landsliðnum, sum var á venjingarlegu í Spania. Men nú er alt komið upp á pláss, eingin forðing er í tí, at Føroyar ikki eru limir í ES, arbeiðsplássini hava víst vælvild, og leygardagin fara teir báðir so úr Føroyum um Keypmannahavn til London.
3?arin í SMS stuðlar ferðini hjá teimum peningaliga, og Atlantic Airways hevur lagt ferðina til rættis.
Mugu gera vart við seg
fyri at vaksa um áhugan
Jákup í Stórustovu leggur dent á, at talan ikki er um nakran sáttmála millum Watford og teir báðar føroysku spælararnar. Teir sleppa at venja við felagnum, sleppa at vita hvussu tað er at vera í einum professionellum fótbóltsfelag, og so má tíðin vísa, hvat fer at henda. Watford vil gjarna hava, at teir spæla nakrar venjingardystir við eykaliðnum hjá teimum fyri veruliga at síggja, hvussu teir eru sum spælarar, og hvussu teir roynast í dysti.
Teir skulu búgva á hotelli, meðan teir eru í London. Tað er Watford, sum syrgir fyri uppihaldi og mati o.s.fr., meðan teir eru í felagnum.
Jákup í Stórustovu sigur, at tað er eitt sindur ymiskt, hvussu áhugin fyri føroyskum fótbóltsspælarum er í eitt nú Onglandi.
? Tað er eingin ivi um, at tað økir eitt sindur um áhugan, at spælarar sum Todi Jónsson og Julian Johnsson eru farnir út um Føroyar at spæla fótbólt. Men eg haldi tað vera neyðugt við enn fleiri spælarum sum júst Toda og Julian, og at teir gera vart við seg í feløgunum, áðrenn útlendsk feløg veruliga fáa áhuga fyri føroyskum fótbólti, sigur Jákup í Stórustovu.
Hann sigur, at tað á leiðini við London uttan iva fer at frættast, at Watford hevur tveir ungar føroyingar á vitjan. Har eru liðini sera áhugað í hvørjum øðrum og fylgja væl við, hvat hendir, eisini á eykaliðunum, sigur Jákup.
Sum áður nevnt er bert talan um venjing. Watford hevur ikki givið nakað tekin um, at teir eru áhugaðir í at gera sáttmála við teir báðar. Men um teir báðir ungu føroyingarnir klára seg væl í London, hava teir í øllum førum gjørt vart við seg og sítt egna navn, og eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá.
Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin 16. mars og Heðin á Lakjuni tíggju dagar seinni, hósdagin 26. mars.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at teir skuldu fara avstað í senn, fyrst og fremst fyri at gera tað lættari fyri teir báðar.
Elton John og John Barnes
Watford er eitt av teimum smærru fótbóltsfeløgunum í London. Liðið ger nógv við ungdómsarbeiðið í mun til eitt nú eitt annað London-felag, Fulham, sum við Kevin Keegan á odda satsar høgt og dýrt fyri at koma upp til lovaða landið Premier League. Watford hyggur frameftir og satsar upp á at uppala sínar egnu, ungu spælarar.
Felagið er væl fyri bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Í løtuni liggur liðið nummar eitt í 2. deild og hevur sostatt góðar møguleikar fyri at flyta upp í 1. deild. Annars er felagið í Føroyum ivaleyst best kent fyri fyrrverandi eigaran, sum var sangarin og sangskrivarin Elton John. Kendasti spælari, Watford nakrantíð hevur havt, er uttan iva John Barnes, sum var við á gylta Liverpool-liðnum frá miðskeiðis í 80-unum og fram til í summar, tá hann varð seldur víðari til Newcastle. Hann var tá tann einasti, sum Liverpool hevði eftir av teimum, sum vóru við seinast Liverpool var enskur meistari, í 1990.