34 ára gamli Jákup á Borg boðar í kvøld frá, at hann tekur enn eitt ár í B36 troyggjuni.
- Eg havi avgjørt hug at halda fram á besta liðnum hjá felagnum. At eg havi verið darvaður av skaðum í ár ger bara, at eg eri enn svangari eftir fótbólti. Komandi mánaðirnar verður nógv lagt fyri í Yndi, soleiðis at eg vónandi sleppi undan skaðum í 2014, sigur Jákup við heimasíðuna hjá B36.
B36 heimsíðan skrivar soleiðis:
Jákup, sum helt 34 ára føðingardagin við at skjóta okkum út í Europa, kom á besta liðið hjá B36 í 1996. Hann hevur tvær ferðir verið toppskjútti í føroysku landskappingini, og hann er bara níggju mál frá John Petersen í kappingini um at verða mest skorandi spælarin í føroyskum fótbólti yvirhøvur.