Jákup fingið styrk frá Léonie Sonning grunninum

Føroyski bratsjleikarin Jákup Lützen hevur fingið styrk frá Léonie Sonning grunninum.

Føroyski bratsjleikarin, Jákup Lützen hevur fingið styrk frá tí hámetta Léonie Sonning grunninum.

 

Í gjár kunngjørdi sonningmusic.org móttakararnar av tí árliga Léonie Sonnings Musikstipendiat og millum teir tíggju móttakararnar er Jákup Lützen. Léonie Sonnings Musikstipendiat verða latin norðurlendskum tónleikaúrmlælingum á hvørjum ári. Stipendiatini kunnu ikki søkjast, Musikfonden avger hvør fær. 

 


Jákup Lützen er í solistaflokkinum á Kongaliga Danska Musikkonservatioriinum hjá Lars Anders Tomter. Hann turneraði við Gustav Mahler Jugendorchester í 2013 og árið eftir vann hann sær orkesturpláss í Copenhagen Phil.

 

 

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fekk sama styrk í 1992,  hann er í løtuni í ferð við at skriva eina bratsjsonatu til Jákup Lützen.

 

 

kerlda:  http://www.listaportal.com/