##med2##
Skála – EB/Streymur 0-1 (0-0)
0-1: Filip Djordjevic
- Vit hyggja nú uppeftir. Orðini eigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. EB/Streymur er nú bert tvey stig aftanfyri B36, og fær B36 ikki stig í Sørvági móti 07 Vestur í Sørvági, so kann EB/Streymur fara framvið B36 á stigatalvuni komandi mikukvøld, tá EB/Streymur og 07 Vestur spæla útsetta dystin frá næstseinasta umfari.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen.