Jákup og Hans David heiðraðir

Brandstøðin fyllir 90 í dag og í tí sambandi vórðu Jákup Mortensen og Hans David Hansen heiðraðir á hugnaligari samkomu seinnapartin.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Borgarstjórin helt røðu og nevndi, at enn eina ferð hátíðarhalda vit ein føðingardag og hesaferð eisini tveir starvsdagar á Brandstøðini.

 

- Hvørja ferð vit hátíðarhalda starvsfólk hjá Brandstøðini fær tað meg at hugsa um, at tað bara er hálvonnur øld síðan, at amtmaðurin svaraði donskum myndugleikum, at  havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging, tíansheldur hava nøkur sløkkiliðsfólk.

 

##med2##

##med3##

 

- Í søguni um kongaliga fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg frá 1874 sæst, at tá fyrsta sproytan kom, vórðu settir nakrir menn at passa hana – millum annað ein sproytumeistari, ein strálumeistari og ein hjálparmaður.

 

- Okkara sløkkilið varð stovnað í 1933, men helt frá 1948 til í Varðagøtu, har Pf. Wenzel Petersen hevði havt verkstað. Og tað er nógv vatn runnið í ánna og eisini út gjøgnum vatnpostarnar, síðan Rubekk og aðrir stóðu við sproytuni úti á Reyni.

 

- Flutt varð her niðan fyri skjótt 30 árum síðan. Tað gleðir meg eisini, at framúrskrandi flotta savnið er opið ein dag sum í dag, har gestir kunnu síggja amboð heilt frá 1776 og fram til dagin í dag.

##med4##

##med5##

 

- Eg kann endurtaka, at eg við vissu kann siga, at vit eru errin av okkara sløkkiliði. Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag eru fús at seta bæði heilsu og lív í vága fyri at verja okkum øll og gera okkara umhvørvi tryggari.

 

- Og sjálvt um eldur ikki er í nakrastaðni, so kann Havnin als ikki liva uttan tykkara fjølbroyttu tænastur á so mongum øðrum økjum. Eg havi sagt so mangan fyrr, at bæði umsiting og politikkarar í Tórshavnar kommunu hava ein serligan tokka til Brandstøðina.

 

- Vit eru góð við tykkum og vilja, at tit skulu hava best hugsandi umstøður. Eg skal tí vegna Tórshavnar kommunu byrja við at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum.

 

- Eisini hjartaliga tillukku til tykkum, sum halda starvsdagar í dag. Eg fari at siga eitt lítið sindur um tykkum báðar:

 

Jákup Mortensen (34 ár í starvi)

##med6##

##med7##

- Tú vart upprunaliga útbúgvin fínmekanikari, og eins og pápi tín hevur tú hendurnar rætt skrúvaðar uppá. Tú hevur verið brandmaður síðan 1989. Nøkur ár arbeiddi tú hjá Føroya Tele, men vart eisini parttíðar brandmaður tá.

 

- Hetta við tí tøkniliga snildinum hevur helst ført til, at tú hevur havt ábygd av nógvum av teknisku amboðunum og eitt nú av andingartólunum.

 

- Hetta við góðu hondunum sæst eisini aftur í frítíðaráhuganum, eitt nú hetta við áhuganum fyri motorsúkklum. Fyri nógvar menn við tílíkum gávum er tað eitt einastandandi ítriv at fáast við tílíkt.

 

- Og tað er onki yvir at dylja, at tá tú ert farin í leðurklæðini og fer við súkkluni gjøgnum býin, so leggja vit øll merki til tað. Bæði kvinnur og menn.

 

- Vit kenna teg eisini frá frælsum ítrótti og judo. Vit hava eisini mangan sæð teg á uttanlandsferðum – eitt nú á Oyggjaleikum – saman við yngsta soninum.

 

- Jákup er sum Jákup er, siga starvsfelagarnir – men hann er bara fittur álíkavæl. Men í dag er tað hetta, at onkur hevur roknað út, at tú samanlagt hevur arbeitt her í eina triðingsøld.

 

- Og tað má hátíðarhaldast. Og í hesum førum fært tú eina 30-ára viðurkenning frá Tórshavnar kommunu.

 

Og so er tað varabrandmeistarin, Hans David Hansen (36 ár í starvi).

 

- Okkara maður úteftir við tí góðu útvarpsrøddini, sum altíð skilagóður dugir at svara og greiða frá, tá okkurt hendir. Hann er ongantíð ráðaleysur og væl skorin fyri tungubandinum.

 

- Hans David – tú byrjaði sum brandmaður tann 1. Mars í 1987. Í 1998 bleivst tú liðleiðari og átaksleiðari, og frá 2002 hevur tú verið okkara varasløkkiliðsstjóri.

 

- Vit kenna teg í kommununi eisini sum ein av trúføstu sluppvinunum, tú ert ein av álitunum, sum tryggja, at Westward Ho ikki bara er í ordan, men verður reguliga brúkt og hildin við líka og røkir sína uppgávu sum skúlaskip og sum eitt flótandi maritimt fornminni.

 

- Og arbeiðið á sluppini røkir tú til fulnar, uttan mun til, um tú ert kokkur ella stýrimaður. Nú um heystið hevur tú eisini úr at gera, nú fjøllini eru gingin og tú tekur slaktið upp. Tí tú ert bóndasonur, ættaður úr bóndahúsinum í Toftum í Hósvík.

 

- Tú vart útbúgvin málari, men eftir at hava málað teg inn í eitt hjørn, skifti tú starv og fór at koyra krana og buss í nøkur ár, til tú komst á brandstøðina.

 

##med8##

##med9##

 

- Tú hevur tey seinastu nógvu árini starvast sum varasløkkiliðsleiðari og tænt 4 sløkkiliðsstjórum, Erlandi, Petur Seloy, Kartna og nú Heina. Eisini hevur tú tænt seks borgarstjórum,  Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Christiansen, Leivuri Hansen, Anniku Olsen og Heðini Mortensen.

 

Teir báðir fingu handaða heiðursløn og blómur frá Tórshavnar kommunu.