Mikukvøldið var nýggi B36 venjarin Magne Hoseth fyri fyrstu ferð saman við spælarunum. Tá var talan um venjing. Í kvøld var talan um fyrsta landskappingardystin. Hann var á heimavølli ímóti B68, og tað gekk einki serligt.
Úrslitið var 1-1, og hetta var fimta ferðin á rað, at B36 ikki vann fulla úrtøku. 13. mai vann B36 1-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur B36 tapt 2-1 ímóti HB og spælt javnt á útivølli ímóti NSÍ (2-2) og 4-4 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Og so var tað í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, at B36 tapti 1-0 á útivølli ímóti TB. Mikudagin verður seinna hálvfinalan í Gundadali.
Í kvøld legði B36 bragdliga fyri, men tað sást skjótt, at toftamenn vóru komnir í Gundadal við framúr hugburði, og umframt at stríðast og støðugt at varðveita spælskipanina, so dugdu teir væl at varðveita bóltin, og fleiri ferðir spældu teir seg fram til góðar støður.
Áki Johannesen og Aron Reinert Hansen vóru sera stinnir miðverjar, brøðurnar Bartal Páll og Villiam Emil Klein vóru vandamiklir við bóltinum í borðunum, har teir støðugt bjóðaðu av í ein móti einum støðum, og Brian Jakobsen arbeiddi væl í fremstu ódnini.
B36 legði seg á odda 1-0 í 57. minutti. Jann J. Benjaminsen átti innleggið úr høgru, og Hannes Agnarsson drønstútaði bóltin í málið. Og bara tríggjar minuttir seinni var aftur javnt. Tá var tað Brian Jakobsen, sum eftir innlegg úr høgru og við høvdinum snittaði bóltin í handara síðuneti’. Innleggið átti Jóhann Hansson Joensen.
Sum seinni hálvleikur leið, øktist trýstið í og kring B68 brotsteigin, men talan var ikki um fleiri upplagdar møguleikar. Tá kendist tað vera eins vandamikið, tá ið toftamenn royndu seg í skjótum mótálopum.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað einki at ivast í, at tað vóru Magne Hoseth og hansara menn, sum høvdu tapt tvey stig, og at tað vóru Jákup á Borg og hansara menn, sum høvdu vunnið eitt stig og harvið kendu seg styrktar í vónini um, at tað kanska fer at eydnast at sleppa undan niðurflytingini.
B36 er á fimta plássi við 17 stigum, og B68 er á níggjunda plássi við sjey stigum.
B68 fer annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
B36 fer mikudagin at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti TB í Gundadali. Annan sunnudag fer B36 til Fuglafjarðar at spæla landskappingardyst.