Jákup S. Simonsen: VÍF røttu føroyameistararnir

Hondbóltur, menn: Jákup Símun Simonsen úr H71 heldur, at VÍF var rætti føroyameistarin

Vit spurdu liðskiparan hjá hoyvíkingum, Jákup Símun Simonsen, eftir dystin, um hann helt, at vestmenningar vóru teir rættu føroyameistararnir 1998.

Hann helt, at tað vóru teir avgjørt; teir hava kanska breiðasta hópin í landinum, og Jákup Símun helt eisini, at vestmenningar vóru í betri venjing enn hini liðini í Føroyum.

At H71 hevur havt eitt sera gott kappingarár, er eingin loyna. Orsøkin til hetta er, sambært Jákupi Símuni, at teir hava havt ein sera góðan leikandi venjara, og haraftrat hava teir fingið gott fólk úr øðrum feløgum. Hann segði eisini, at teir hava góðar vónir um framtíðina, tí at H71 hevur sera

gott fólk í yngru deildunum.