Jákup Símun gevst sum kirkjuráðslimur eftir 28 ár

Jákup Símun Simonsen verður ikki millum nøvnini á vallistanum, tá hoyvíkingar skulu velja nýtt kirkjuráð týsdagin 2. november.

Jákup Símun takkar fyri seg eftir at hava verið kirkjuráðslimur í samfull 28 ár. Hann var í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju, og tá Hoyvíkar kirkja kom bleiv hann limur kirkjuráðnum har og hevur verið formaður øll árini. Hann var eisini formaður í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju tey seinastu fýra árini hann var har.

Jákup Símun er 55 ára gamal og í samrøðu við Kirkjutíðindi, sum koma út nú um dagarnar, sigur hann, at kirkjugongd hevur verið ein nátúrligur partur av uppvøkstrinum. Hann tók við sessinum í kirkjuráðnum í Havn eftir pápan Axel Simonsen, sum doyði í góðum árum.

 

Jákup Símun var eisini limur í bygginevndini, sum stóð á odda tá Hoyvíkar kirkja varð bygd, sum eisini var eitt stórt tak.

– Vit takka Jákup Símuni fyri drúgva og trúgva tænastu. Og sum hann sigur sjálvur, so er hann ikki so langt burtur og verður framvegis til reiðar at taka eina hond í, tá brúk verður fyri tí í Hoyvíkar kirkju, skrivar Hoyvíkar kirkja á Facebook.

Kirkjuráðsvalið verður týsdagin 2. november. Valið fer fram í Hoyvíkar kirkju frá kl. 10 til kl. 20 og heldur fram, til steðgur kemur í.

Valevnini til kirkjuráðið í Hoyvíkar kirkju eru hesi:

Beinta Ejdesgaard

Bente Kjær

Birgir Davidsen

Durita Nolsøe

Elin S. Winther Poulsen

Hanus Højgaard

Hervør Didriksen

Kristin Marjun Magnussen

Malan Rasmussen

Petur Even Djurhuus

Simona Nielsen

Uni Danielsen