Í kvøld bresta teir báðir klaksvíkingarnir í donsku superliguni saman. Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK skulu úr høvuðsstaðnum og glæsiligu Parkini og suður til Herfølge, sum spælir sínar heimadystir undir mest neyðarsligu karmunum, sum nakað felag í superliguni hevur til heimavøll.
Hetta er onnur ferðin, at tey bæði føroysku umboðini í superliguni standa andlit til andlit hvør við hvønn, og tað er fyrsta ferðin, at Herfølge og FCK hittast við hvør sínum klaksvíkingi á liðnum. Fyrru ferðina, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson spældu móti hvørjum øðrum í fremstu røð í Danmark, var í august 1995. Tá spældi Todi í Lyngby, sum á heimavølli vann 2-0. Jákup Mikkelsen spældi ta ferðina fyrsta landskappingardystin í superliguni, og bæði tí og tí hann spældi móti Toda, stendur tann uppgerðin klár í huganum á málverjanum:
? Teir fingu fyrra málið, tá 83 minuttir vóru farnir. Bólturin tók tvørtræið, áðrenn hann brast í vøllin og stakk út aftur til Toda, sum stútaði í málið. Men linjuverjin markeraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri fyrru ferðina, og tí hevur Todi framvegis ikki skorað hjá mær í superliguni, heldur Jákup Mikkelsen fyri, tá vit hava hann í telefonini.
Jákup eigur plássið
Hóast fýra mál fóru ígjøgnum hjá honum 2. páskadag, tá Silkeborg vitjaði, so er tað púra greitt, at Jákup Mikkelsen skal verja málið hjá Herfølge í kvøld.
Í donsku pressuni varð avrikið hjá Herfølge móti Silkeborg mett at vera út av lagi vánaligt, og hesum er Jákup Mikkelsen ikki ósamdur í:
? Hugburðurin var ússaligur. Vit høvdu óvæntað vunnið 1-0 í Aalborg frammanundan, og tað tóktist sum allir vóru av tí áskoðani, at uppgávan móti Silkeborg fór at loysa seg av sær sjálvari. Men har fingu vit ein orduligan lærupening. Ole Mørch var í øðini, og hann gjørdi greitt, at hann vil ikki síggja sovorðið aftur. Tað verður torført móti FCK, men eg ivist ikki í, at hugburðurin verður øðrvísi, enn hann var síðst.
Hóast teir taptu 4-0, so heldur Jákup ikki, at hann hevði so nógv at gera, og í pressuni hevur einki verið sagt um, at hann var orsøk til nøkur av málunum.
Talan er heldur ikki um serliga kapping um plássið millum stólparnar hjá Herfølge. Jákup plagar at stríðast við Kaj Larsen um málverjuplássið, men hesin hevur verið skaddur í drúgva tíð. Í hesi vikuni er hann so smátt farin at renna, og í komandi viku fer hann av álvara undir aftur málverjuvenjingina.
Hvussu hava tit fyrireika tykkum til stóru uppgávuna í kvøld?
? Týsdagin tóku vit okkum av løttum, og síðani hevur tað gingið nógv út uppá taktiska venjing, sigur Jákup Mikkelsen, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma verður í málinum hjá Herfølge tað, ið er eftir av kappingarárinum.
Tað eru fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, og føroyski málverjin dugir ikki at ímynda sær annað, enn at teir aftur í ár fara at greiða setningin at halda seg omanfyri strikuna, men so skulu teir altso vísa øðrvísi hugburð, enn teir gjørdu 2. páskadag:
? Týsdagin minti venjarin okkum á, at fríggjakvøldið verður sent í sjónvarpinum, og hann helt, at m.a. tað átti at verið ein orsøk til, at avrikið verður betri hesa ferð, sigur Jákup Mikkelsen.
Stór kapping
Brøndby vinnur hvørja ferð, so í FCK stríðast Todi Jónsson og liðfelagarnir í fyrstu atløgu fyri at vinna kappingina við Silkeborg um næstfremsta plássið.
Tað eru nógvir um boðið at manna tey bæði plássini í álopinum. Todi kappast við David Nielsen, Thomas Thorninger og Kenneth Jensen, og higartil er Todi tann, sum hevur fingið mest spælitíð.
Mánadagin varð hann skiftur út, tá 68 minuttir vóru spældir, men ivaleyst verður hann við aftur í kvøld. Venjarin helt fyri við hann, at tað verður aftur ein dystur fríggjakvøldið, og annars vildi tað verið óðamannaverk av Kent Karlsson ikki at havt álopsmannin, sum síðstu umførini hevur havt størstu úrtøkuna, á vøllinum frá fyrsta bríksli.
Um tað fer at eydnast hjá Toda at skora mál fyri fjórðu ferð upp í slag er ein spurningur, sum bæði hann og Jákup Mikkelsen í kvøld verða við til at avgera!