Tað er ikki tann undanvindurin hjá Havnar Róðrarfelag, sum tað so mangan hevur verið. Hagtølini siga, at stóra og gamla felagið í høvuðsstaðnum oftast hevur vunnið flest sigrar og FM heitii. Soleiðis hevur tað ikki verið seinastu árini, og soleiðis er tað ikki í ár.
Havnar Róðrarfelag luttók leygardagin bara við fýra manningum, og higartil hava úrslitini ikki verið nakað at reypa av.
Gamla róðrarfelagið í Havn stendur í skugganum av hinum báðum róðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum – Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri.
Lómur góða tíð
Argja Róðrarfelag eigur fleiri manningar í ár. Tey bæði seinastu árini hevur Argjabáturin vunnið teimum á Argjum tvey FM heiti við sera sannførandi avrikum. Argjabáturin luttekur eisini í ár í kappingini, men nú er tað 6-mannafarið við monnum, sum dregur gull og skreyt út á Argir.
Lómur vann á Norðoyasevnu fyri fyrstu ferð nakrantíð, og aftur leygardagin var Lómur fyrstur á mál. Als eingin ivi var um sigurin, sum var trivaligur, hóast hann ikki var so ógvusligur, sum hann var á Norðoyastevnu.
Í Klaksvík vóru næstan fimm sekund frá Lómi og aftur til Riddaran úr Miðvági. Leygardagin hekk Riddarin væl betri uppi í Lómi. Hesa ferð var fjarstøðan stívliga tvey sekund.
Hagtølini siga, at tað gekk lutfalsliga skjótt hjá 6-mannaførunum við monnum. Vinnaratíðin hjá Lómi var 7.18.05, og tíðin hjá Riddaranum var 7.20.14.
Tað er bara komið fyri eina ferð áður, at eitt 6-mannafar við monnum hevur havt betri vinnaratíð á Eystanstevnu, enn tíðin hjá Lómi var hesa ferð. Síðst, at tað var kappróður á Eystanstevnu, var fyri tveimum árum síðani. Í 2010 var vinnaratíðin hjá Páll Fanga 7.17.24 ella 0.06 sekund skjótari enn tíðin hjá argjamonnum leygardagin!
Jallur
Róðrarfelagið Knørrur eigur fleiri manningar við í kappingini í ár. Jallurin við dreingjum vann í Klaksvík, og aftur leygardagin vóru dreingirnir á Jallinum fyrstir á mál.
Á Norðoyastevnu var talan um sera tætta kapping, og aftur leygardagin var tað so tætt og spennandi, sum tað ikki var í nakrari aðrari kapping.
Í fyrsta FM róðrinum var Teistin av Argjum næstfremstur – 0.18 sekund aftanfyri Jallin. Leygardagin var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag næstfremstur, og hesa ferð var tað uppaftur tættari millum teir bðaðar fremstu, enn tað var í fyrsta FM róðrinum. Vinnaratíðin hjá Jalli var 4.58.05, og tíðin hjá Drekanum var 4.58.19 ella bara 0.14 sekund lakari enn vinnaratíðin.