Jallurin bestur í høvuðsstaðnum

Dreingir 16 - 18 ár: Tað vóru bara bátar úr høvuðsstaðnum við í hesi kappingini

Ein av nýggju kappingunum er tann millum dreingir 16 - 18 ára gamlar. Luttøkan var ikki stór í fyrstu royndini. Tað vóru bara tríggir bátar við á norðoyastevnu, og teir vóru allir í høvuðsstaðnum - Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri, Blikur hjá Argja Róðrarfelag og Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri.

 

Tað var kapping millum Jallin og Blikin, og tá ið teir fóru um málið var Jallurin eina lítla bátslongd undan argjadreingum.

 

 

 

NrBátanavnTíðStigGultReytt
1Jallurin (RK)05:15.41700
2Blikur (AR)05:17.17600
3Tambar (RK)05:28.17510