Jallurin hevur fulla úrtøku

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Fyri triðju ferð var Blikur í dag næstfremstur

Teir hava verið sera knáir higartil í ár, og aftur í dag vunnu teir. Dreingirnir í Róðrarfelagnum Knørri umborð á Jallinum vunnu á norðoyastevnu, og teir vunnu eisini á eystanstevnu. Í dag kappaðust teir aftur við Blik av Argjum og Tambar, sum eisini umboðar Róðrarfelagið Knørr.

 

Eina løtu sá tað út til, at Tambar fór at gera ein rættiligan vørr. So javnaði tað seg, og allir hesir tríggir bátarnir vóru mest sum stavn um stavn, meðan Spógvin hjá NSÍ á Glyvrum var væl aftari.

 

Í endaspurtinum vísti tað seg, at teir umborð á Jallinum vóru drúgvastir, og hóast munurin ikki var meiri enn ein lítil hálv bátslongd, so var tað ongantíð vandi fyri, at teir á Jallinum fóru at missa oddasessin.

 

Í endaspurtinum vísti tað seg eisini, at teir á Bliki vóru drúgvari enn teir á Tambar, og so var úrslitið millum tríggjar teir fremstu nett tað, sum tað eisini var í tveimum teimum fyrstu kappingunum.

 

-

 

1Jallurin (RK)05:20.46
2Blikur (AR)05:22.14
3Tambar (RK)05:23.17
4Spógvin (NSÍ)05:37.33

 

stavnur.fo