Jam obSession gevur út lag

Jam obSession er ein bólkur, sum vit hava hoyrt nógv um seinastu tíðina. Bólkurin hevur havt eina ørgrynnu av live framførslum kring alt landið, og nú er bólkurin til reiðar við einum lagið.

 

Limirnir í bólkurin eru allir kendir í føroyska tónleikaheimin, og teirra mál er at spæla so fjølbroyttan og lívligan tónleik sum gjørligt. Eins og lagt verður upp til í heitinum hjá bólkinum, so er talan um jamming, har allir tónleikararnir koma framat, og á hendan hátt tryggja teir, at tónleikurin verður so fjølbroyttur sum gjørligt.

 

Jam obSession er ein sera stórur bólkur. Limirnir í bólkinum eru hesir:

Hans Andrias Jacobsen

Karl Martin Samuelsen

Jóhan Nolsøe

Mikkjal Hvannastein

Lindi Gardar

Birgir Johannessen

Robert Waagstein

Thorberg Johannesen

Magni Husgaard

Jógvan Fróðin Baldvinsson

Eyðun Nolsøe

Kristian Johannessen

 

Lagið, sum nú er almannakunngjørt, eitur Take me where you left me, og kann hoyrast her:

 

www.youtube.com/watch