Jambalaya í Nólsoy í kvøld

Danski bólkurin, har ein føroyingur er við, spælir í kvøld á Maggies Café.

Danski bólkurin, har ein føroyingur er við, spælir í kvøld á Maggies Café í Nólsoy.

 

Bólkurin er eitt av høvuðsnøvnunum á Countryfestivalinum í Sørvági, sum er um vikuskiftið.

 

Annað høvuðsnavn er unga Laura van den Elzen. Í gjár vandu Jambalaya og Laura saman og síggjast tey saman á myndini. Jambalaya skal spæla undir, tá Laura fer á pall í Sørvági.

 

 

Jambalaya spælir javnan undir hjá kendum og minni kendum einstaklingum. Bólkurin hevur eittnú samstarv við Hall Joensen, tá Hallur vitjar í Danmark.

 

Føroyski limurin í bólkinum er Sonny Poulsen, sum býr í Danmark, men er ættaður úr Nólsoy.

 

Sonny búði í Føroyum í áttatiárunum og spældi tá við einum av sera virknu bólkunum tá, nevniliga Springs, ið gav útgávu út í 1989 og gavst at spæla í 1990.

 

Á myndini omanfyri sæst Sonny Poulsen uttast til vinstru.

 

 

Jambalaya fer á pall í Sørvági í annaðkvøld.