Hesa vikuna liggur enski James Blunt sum nr. 1 á ?15 teimum bestu? við
lagnum ?1973?.
Lagið ?1973? er av nýggjastu fløguni hjá James ?All the lost souls?, sum kom út 17. september í ár.
James fekk gjøgnumbrotið hjá sær í 2004 við lagnum ?You´re beautiful?, sum megnaði at liggja sum nr. 1 á flestu evropeisku hitlistunum. Nú er James so úti við 3. fløguna hjá sær og eingin ivi kann vera um,
at hendan eisini hevur klárað seg stak væl - hann seldi 650.000 útgávur av fløguni longu fyrstu vikuna!
Løgini til fløguna ?All the lost souls? eru skrivaði á Ibiza, har James hevur eini hús, og tað er eisini frá einum náttklubbi á Ibiza, íblásturin til lagið ?1973? kemur frá.
Guðrið Hansdóttir, sum í síðstu viku var nr. 1 á ?15 teimum bestu? við lagnum ?Sleeping with Ghosts?, má hesa vikuna finna seg í einum 3. plássi, meðan Høgni Reistrup enn liggur á 2. plássi við lagnum ?Hugafar á ferð?.