James Bond er ikki feilfríur

Í nýggjasta James Bond filminum Skyfall eru ikki færri enn 29 mistøk gjørd. Mistøk sum tann, ið hyggur væl eftir smálutunum, dugir at síggja.

 

Sostatt er Skyfall tætt við at vera á ovastu rók á listanum yvir filmar frá 2012, har flest mistøk verða gjørd. Tað er Men In Black III, ið er tann filmurin, sum hevur flest feilir.

 

Tað er heimasíðan moviemistakes.com, sum hevur gjørt eitt yvirlit, ið vísir, at tað í minsta lagi eru 29 feilir í nýggjasta James Bond filminum við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.

 

Eitt nú skiftir Bond brádliga skógvar í samband við ein bardaga á takinum á einum toki. Í eini aðrari senu hevur James Bond svomið í ísakøldum vatni, men er turrur um beinini í senuni, sum er at síggja beint aftaná.

 

Eisini í motorsúkklusenuni í Istanbul er onkur feilur at síggja. Til dømis setir Bond seg á súkkluna og letur seg samstundis í sólbrillur. Stutt aftaná letur hann seg enn einaferð í sólbrillurnar, meðan hann koyrir.

 

Teir tilsamans 29 feilirnir, ið higartil eru funnir, gera tó ikki Skyfall til tann filmin frá í fjør við flest svipsarum. Á fyrsta plássinum er nevnliga Men In Black III, og sambært moviemistakes.com eru heili 63 feilir í filminum.

 

Á triðjaplássinum á listanum yvir filmar frá 2012 við flest feilum eru tveir filmar at finna. Tað eru The Dark Night Rises og Spiderman 4, ið báðir hava 24 feilir.