Sum nógvum kunnugt hava umboð frá toyminum til nýggja James Bond filmin verið í Føroyum seinastu dagarnar í sambandi við upptøkur her.
Summi undraðust í síðstu viku á, hví tyrlan ikki fór á flog á Kalsoynni tann eina dagin. Sambært norska kringvarpinum var hetta tí, at hon ikki fekk loyvi til tess. NRK skrivar í dag, at donsku loftferðslumyndugleikarnir syrgdu fyri, at tyrlan varð noktað flúgving í meira enn eitt samdøgur.
Talan var um nakrar tekniskar trupulleikar, men tað er ikki vist, hvørjir trupulleikar vóru galdandi. NRK hevur samskift við trygdarovastan í danska Trafik-, bygge- og boligstyrelsen, Kim Voigt Østrøm, og hann váttaði hetta soleiðis:
- Eg kann upplýsa, at vit kundu staðfesta fleiri brek sambært bæði føroyskum og altjóða trygdarreglum, sigur hann.
NRK hevur roynt at fingið eina viðmerking frá framleiðsluliðinum og tyrlufelagnum, men eingin teirra hevur nakra viðmerking til málið.