Í kvøld verður livandi tónleikur í Havnar Klubba, og verða tað teir tríggir, James Olsen, Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni, sum standa fyri tónleikinum.
Havnar Klubbi bjóðar í kvøld til livandi tónleik. Hesaferð eru tað Eyðun Nolsøe, Tróndur Enni og James Olsen, sum spæla.
Allir eru teir kendir og royndir tónleikarar í Føroyum. James Olsen kenna vit øll sum ein tann besta trummuleikaran og sangaran í landinum, og eru hann javnan at hoyra í fleiri bólkum. Eyðun Nolsøe er ein tann kendasti sangskrivarin og trubadururin í landinum, og nærum hvørt vikuskiftið spælir Eyðun kring barrir og náttarstøð kring alt landið. Við hittum sum 80ini, Mítt Land, Dupultsong og mong onnur undirheldur Eyðun føroyingum hvørt vikuskiftið.
Tróndur Enni er eisini at meta sum ein kendur trubadurur í Føroyum. Saman við beiggja sínum Brandur Enni hevur hann havt nøkur hitt seinastu árini, og í hesum døgum spælir hann mest saman við unnustu sínari, Lív Næs.