JamobSession á Seglloftinum

Komandi leygarkvøld fer bólkurin JamobSession at spæla á Segloftinum á Tvøroyri. Bólkurin hevur spælt kring landið seinastu mánaðirnar, og hevur undirtøkan verið góð.

 

Limirnir í bólkurin eru allir kendir í føroyska tónleikaheimin, og teirra mál er at spæla so fjølbroyttan og lívligan tónleik sum gjørligt. Eins og lagt verður upp til í heitinum hjá bólkinum, so er talan um jamming, har allir tónleikararnir koma framat, og á hendan hátt tryggja teir, at tónleikurin verður so fjølbroyttur sum gjørligt. Teir hava ikki áður spælt á Seggloftinum á Tvøroyri, so leygarkvøldið verður fyrsta høvið suðuroyingar hava at hoyra nýggja bólkin.

 

 

Limir í bólkinum eru :

 

Karl Martin Samuelsen

Hans Andrias Jacobsen

Kenneth Skoubo Bærendsen

Albin Kristoffer Rasmussen

Jóhan Nolsøe

Mikkjal Hvannastein

Lindi Gardar

Birgir Johannessen

Robert Waagstein

Magni Husgaard

Eyðun Nolsøe

Kristian Johannessen