Jan dømir í Tjekkia

Týskvøldið 2. februar hevur føroyski altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, eina spennandi uppgávu, tá hann skal døma eina av áttandapartsfinalunum í Challenge Cup, sum er tann minsta av teimum trimum europeisku kappingunum fyri feløg, sum CEV skipar fyri.
Dysturin verður spældur í Tjekkia, har VK Dukla Liberec í fyrru áttandapartsfinaluni hevur heimadyst ímóti rumenska CS Remat Zalau. Jan Hentze skal døma henda dystin saman við serbiska dómaranum, Goran Gradinski.
– Sjálvt um hetta er ein dystur í minstu CEV-kappingini, er hetta ein góð uppgáva hjá mær at fáa, tí talan er jú um flogbólt á høgum stigi. Hetta er annars fyrstu ferð, at eg dømi dyst millum tvey eystureuropeisk lið, og tað gleði eg meg til, sigur Jan Hentze.
Í løtuni er hann staddur í Danmark, so hann hevur ikki í síðstuni havt ta stóru dystarvenjingina frá føroyskum flogbólti, sum hann annars er vanur at hava. Men hósdagin skal hann døma ein dyst niðri saman við einum donskum dómara, so tað skuldi eisini givið eitt sindur av kærkomnari venjing undan altjóða avbjóðingini.