Ein av størstu dystunum í føroyskum fótbólti, sum stóð eitt sindur í skugganum av oddabrakinum ímillum Víking og KÍ í dag, er slagið um havnina, tá ið HB og B36 bresta saman. Undan dystinum skiltu seks stig liðini bæði, og soleiðis er enn eftir loknan dyst. Dysturin endaði 2-2, og harvið er B36 nummar fýra við 42 stigum og HB nummar fimm við 36 stigum.
Málið hjá HB fyri hetta kappingarárið er at røkka eitt evropeiskt pláss, og fyri at hetta skal lata seg gera, at HB endar minst nummar fýra.
Trýst á pílin undir myndini omanfyri fyri at hoyra tað, sum venjarin hjá HB, Jan Dam, hevði at siga í samrøðu í fótbóltssendingini á Rás2 í dag. Jan Dam sigur millum annað, at hann ikki helt B36-liðið vera ræðandi í dag, og eisini sigur hann, at tað er krav, at HB vinnur allar teir síðstu fýra dystirnar.