Jan Dam væntaði skrædl

Fótbóltur: Men úrslitið vísur, at framgongdin er støðug

Mest royndi spælarin á føroyska liðnum í Gijón, burtursæð frá Jens Martini Knudsen, var Jan Dam, sum hevur verið fastur fúsur á liðnum síðani 24. august í 1990, tá hann varð skiftur inn í Gundadali, tá Íslandi vitjaði. Ímóti Spania var aftasti maðurin, sum áður hevur roynt seg á báðum vongverjunum, á forstopparanum og eisini á miðvøllinum, á landsliðnum fyri 36. ferð, og eftir lokið stríð duldi hann ikki fyri, at nervarnir høvdu verið uppá spæl frammanundan, og at hann hevði stúrt fyri einum orduligum skrædli:

? Eg var fullur í nervum, og eg tori ikki at siga, hvat fyri úrslitið, eg roknaði við, segði púra útlúgvaði maðurin, sum fyri at brúka hansara egnu orð hevði givið seg hundrað og tjúgu prosent:

? Tað eru vit noyddir til, tá mótstøðan er av hasum slagnum. Eg haldi, at vit góvu okkum allir fullkomuliga, og skal eg siga tað sjálvur, so haldi eg, at vit vóru frágera væl skipaðir. Teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar, og at teir ikki fingu hornaspark í 2. hálvleiki fyrrenn tað restaði eitt korter, sigur nakað um, at vit vóru við til at mynda spælið.

Jan Dam heldur, at Jens Kristian Hansen so avgjørt gjørdi vakrasta málið í dystinum, og hann var ikki ovfarin av, at málið kom, hóast føroyingar ongar aðrar møguleikar høvdu:

? Vit megnaðu at halda uppá bóltin, og tá tú gerst tað og flytir bóltin ímillum spælararnar, so kemur onkur støða í, sum er vandamikil, og vit kunnu bara gleðast um, at Jens Kristan Hansen var so hegnigur, tá møguleikin kom.

Stýrimaðurin í verjuni heldur, at talan er alla tíðina um støðuga framgongd:

? Eg síggi hetta sum eina samanhangandi menning. Páll Guðlaugsson legði grundarlagið fyrstu árini, og Allan Simonsen hevur gjørt eitt gott arbeiði hesi seinnu árini. Hann prentar aftur og aftur inn í okkum, at vit skulu spæla fótbólt, og tað royna vit, hóast mótstøðan er stór. Vit fingu eitt úrslit, sum vit væl kunnu liva við, og tað hevði verið spennandi at vita, hvat tað kundi verið, um vit høvdu Toda Jónsson við, og hann var væl fyri.