- Allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard: - Vandi er á ferð

- Slíta vit, so standa vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir hava sítt lívsgrundarlag, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag

- Allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

- Nú má sáttmálin ikki lorkast burtur. Hetta er lívsgrundarlagið hjá nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 

 

Tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, nú uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi.

 

- Hetta kann gera óbótaligan skaða, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

 

Í gjár frættist, at uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nú komin við álitinum um at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi.

 

- Í seinastu viku søgdu russisku myndugleikarnir, at tað fer at fáa avleiðingar fyri Føroyar, um revsitiltøk verða sett í verk móti russiskum fiskiskipum.

 

Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at sáttmálin við Russland er lívsgrundarlagið hjá fleiri av limum felagsins.

 

- Tí má sáttmálin ikki lorkast burtur nú, leggur hann dent á.

 

Jan Højgaard vísir á, at allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí eiga vit at gera tað sama.

 

- Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.

 

Og formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur aftrat:

 

- Vandi er á ferð. Slíta vit, so standa vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir hava sítt lívsgrundarlag, eru orðini hjá Jan Højgaard.

 

Álitið hjá uttanlandsnevndini, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum sipar til, kann lesast um heimasíðuna hjá felagnum.

 

 

 

- Allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag