Hetta var ein ætt í eini serstøðu, í hvussu er í Føroyum.
Vit í Tjørnustovu vóru grannar og eisini í ætt við tey í Mortanstovu, tí komu vit at kennast serstakliga væl. Hetta var ikki minst galdandi fyri Jan.
Jan var sera virkin á fleiri økjum, eisini innan virkinum hjá deyvafelagnum í Føroyum.
Tá ið felagið hevði ein rundan dag nakað herfyri hevði hann eina framløgu um støðuna hjá teimum deyvu í Føroyum.
Hetta er ein døpur søgu, men hon er eisini eitt dømi um, hvussu fólk kunnu klára slíkar avbjóðingar, sum her var talan um.
Søgan hjá Jan og hansara systkjum
Fyrstur á skránni á hesum hátíðarhaldi var Jan, sum væl greiddi frá umstøðunum hjá teimum deyvu í Føroyum.
Serliga áhugaverd er søgan úr Mortanstovu í gomlu bygdini í Norðragøtu, beint við fornminnissavnið.
Mamman var Annilena f. Tausen, ættað úr Runavík, dóttir Haldu og Hans Tausen.
Annilena var ein heilt serlig kvinna og framúr grannakona.
Pápin var Jákup Zachariassen. Foreldrini hjá honum vóru Marin, ættað úr Ytstahúsi á Skipanesi, og Zacharias, sum var úr Mortansstovu.
Fyrsta barn teirra var Zacharias, føddur í 1935. Hann var kendur sum trúboðari hjá Brøðrasamkomuni og doyði í 2017.
Næstur var Hermundur, f. 1937. Sum tíðin leið merktist, at tað var ikki alt, sum tað skuldi við honum. Eina ferð kom Jacobina (Heinesen), systkinabarn Jákup, inn á gólvið, har Hermund lá á gólvinum. Jacobina hevði tá á orðið, um drongurin mundi vera deyvur. Hon tók eina vekjaraklokku og helt hana fyri oyra á honum. Men hann latst ikki um vón. So her var eingin ivi longur. Hetta var sjálvsagt eini rættiligur hvøkkur hjá teimum.
Marni var føddur árið eftir Hermund, og tað vísti seg seinni, at her var støðan tann sama. Marni var eisini deyvur.
I 1942 vóru tvíburarnir Arnbjørg og Hallbjørg føddar. Tær vóru eisini deyvar, tó hoyrdi Arnbjørg eitt sindur. Hon kundi nýta hoyritól, men tað kundu hini systkini ikki.
Í 1943 varð Flóvin føddur, og hann hoyrir. Hann hevur í mong ár verið við í forlagnum Leirkerið, sum m.a. gav út tíðarritið við sama navni.
Og í 1952 varð Jan føddur, og tað varð skjótt staðfest, at hann eisini var deyvur.
Ein ómetalig avbjóðing
Tað er óneyðugt at siga, at hetta var ein ómetaliga stór avbjóðing hjá foreldrunum ikki at kunna samskifta við síni børn á vanligan hátt.
Tá ið Jan varð føddur vóru hansara deyvu systkin á deyvaskúla í Danmark. Tey vóru bara heima í ferium.
Men Jan dugdi væl á nevndu samkomu í Deyvafelagnum at greiða frá, hvussu tey øll kláraðu at samskifta.
Tann stóri spurningurin hjá Jan var, hvussu hann kundi samskifta fyrst og fremst við foreldrini. Har komu tey skjótt fram til ”geberdir” fyri daglig viðurskifti sum at eta, drekka, at nakað smakkaði væl ella illa, ella at skula fara á wc. Hetta var millum annað gjørt við at halda fyri nøsini fyri at vísa, at her var nakað sum luktaði illa!
Tá ið tey deyva systkini komu heim í feriu lærdu tey Jan onnur øki, har hann kundi samskifta.
Tað komu nógv fólk inn á gólvið í Mortanstovu. Har var eisini posturin fyrstu tíðina. Hann hevði Marin, mamma Jákup, sum búði saman við teimum.
Funnið varð fram til eina skipan at eyðmerkja tey, sum komu inn til teirra. Hjá summum var tað við at tekna forbókstavin hjá viðkomandi í luftini. T.d. V fyri grannan Vilhelm. So var onkur sum roykti pípu. Hann var lættur at eyðmerkja, og aðrir høvdu eyðkend skegg ella yvirskegg.
Onkur hevði brotið tummilin. Tá var nóg mikið at vísa tummil fyri at siga hvør tað var.
Men tað var nógv, sum ikki kundi greiðast frá. Tað var heldur ikki lætt at staðfesta, hvat ið var rætt ella skeivt. Sum tá ið Jan hevði blakað ein stein í høvdið á eini grannagentu, og pápi gentuna flongdi hann. Tá skilti hann, at hetta mátti hann ikki gera! Men annars var tað lætt at geva Jan skuldina, um til dømis onkur rútur varð brotin í grannalagnum. Jan kundi jú ikki verja seg. Hann var annars eitt sindur buldrasligur, tað ásannaði hann eisini sjálvur.
Til Danmarkar í skúla
Men nú var tíðin komin hjá Jan at fara í skúla. Framvegis var eingin deyvaskúli í Føroyum, so nú mátti hann eins og tey fýra systkini fara til Danmarkar.
Ferðin til Danmarkar var saman við øðrum deyvum, og tey komu øll at kennast ógvuliga væl.
Jan gekk í skúla í Keypmannahavn, og hetta var sjálvandi ein fullkomilig broyting frá tilveruni í Gøtu. Her var hann eisini rættiliga einsamallur, tí systkini hjá honum gingu í skúla í Fredericia í Jyllandi.
Men hann hevði tó næstringar í Keypmannahavn, sum hann kundi vitja, og sum eisini høvdu umsorgan fyri honum.
Tey vóru fyrst og fremsr fasturin Anna Katrina og ommusystirin Johanna. Og so var tað Albert, sum var fosturbeiggi pápan. Hann var sonur systkinabarn Jákup, Elin Sofíu, sum var gift inn i Tjørnustovu. Men tá ið hon doyði blaðung eftir at hava átt Albert, fór hann til abbasystrina, ommu Jan, at vaksa upp. Hetta sigur eisini nakað um umsorgan hjá teimum í Mortanstovu. Ein bróðursonur, Amaliel, búði eisini hjá Marin í Mortansstovu.
Noktaði at fara niður aftur
Tá ið Jan var 10 ára gamal noktaði hann at fara aftur til Danmark aftaná summarfrítíðini. Í fyrsta umfari fór beiggin, Zakarias, við honum og var hjá honum eina tíð. Men hetta var ikki nøkur haldbar loysn.
Men tað var so heppið, at í Gøtu búði løgtingsmaðurin, Jákup Frederik Øregaard. Hann kendi sjálvsagt umstøðurnar hjá teimum í Mortanstovu. Jákup, pápi Jan, hevði eisini tosað við Øregaard um tørvin á einum deyvaskúla í Føroyum.
Tað var ikki haldbart, at føroysk foreldur skuldu senda børnini til Danmarkar stóran part av árinum.
Øregaard tók hetta mál upp politiskt, og úrslitið var serskúlin, sum nú er á Frælsinum.
Her kom Jan so at ganga restina av síni skúlatíð, og hetta var eitt ótrúligt framstig. Seinni lærdi Jan til prentara hjá Estra í Gøtu.
Aftur seinni er hann fluttur til Danmarkar. Hann varð í 1990 giftur við svensku Anne.
Tey bæði hava verið virkin í kristiligum arbeiði fyri deyv bæði í Danmark og í altjóða virksemi. Jan virkaði eina tíð á einum bíbliuskúla fyri deyv í Ungarn. Á hesum økinum hevur Jan eitt rimmar avrik
Hann var við til at stovna deyvafelagið í 1972. Millum nevndarlimirnir vóru Jan og beiggi hansara, Hermundur.
Annilena og Jákup vóru merkisfólk
Tað eg minnist var Jákup rørleggjari og í 50-unum mundi hann leggja wc inn í mong hús í Gøtu.
Hann sigldi á yngri árum, og hann hevur í tíðarritinum“Røddin” greitt frá teirri dramatisku bjargingini av 15 av manningini á Florens í 1927. Systkinabarnið Amaliel var skipari.
Henda bjarging var eitt satt undur. Henda áhugaverda frásøgn kann lesast í bókini “Havið tók teir”.
Tá ið Annilena doyði í 1998 varð millum annað skrivað um hana:
“Tað er einki at taka seg aftur í, at Annilena var ein megnarkvinna. Hon var mild og góðslig. Sína lagnu við brekunum hjá børnunum tók hon sum ein “maður”.
Hóast allar avbjóðingar fekk hon saman við Jákupi skapt eitt so normalt heim, sum tað kundi lata seg gera undir hesum umstøðum.”
Tá ið hon fór til gravar var tað eisini rørandi at hoyra sonin, Marni, vegna tey deyvu systkini takka henni fyri alt, sum hon hevði verið fyri tey.
Tað er heldur einki at ivast í, at barlastin heimani frá hevur gjørt sítt til, at børnini kortini komu so væl fyri.
Annilena og Jákup vóru virkin i Brøðrasamkomuni alla sína tíð.
Alt í alt kann sigast, at tey í Mortanstovu fingu avbjóðingar sum fáar aðrar familjur hava havt. Men tað eydnaðist teimum og teirra børnum at fáa eina so normala tilveru, sum tað bar til. Tí er hetta eisini ein sólskinssøga.
Av teimum sjey systjunum eru Arnjørg og Flóvin eftir á lívi.
Hetta var so ein partur av okkara deyvasøgu.
Vit minnast Jan við takksemi fyri hansara vinskap. Hann verður ikki gloymdur.
Óli í Tjørnustovu











