Tann fyrsti kallaðist Chr. P. Fogtmann 1918-2003. Hann var blaðstjóri á Thisted Dagblad í eitt mannaminni. Hann lærdi meg, at journalistiska fakið er kreativt og eisini er eitt handverk, eins og øll onnur handverk og kann lærast.
Tann næsti var Georg Lindenskov Samuelsen, 1910-1997, sum lærdi meg tað forfínaða í skriving, hvussu tú kundi sláa tónan ann í skriving, soleiðis at boðskapurin ikki er at fara skeivur av og samstundis ikki at verða áleypandi meira enn rímiligt er. Hann lærdi meg fair play.
Tann triðji er Jan Muller føddur í 1951 og tað er hann, hendan greinin snýr seg um. Jan lærdi meg breiddina í journalistikki, at journalistikkur eisini er annað enn bara at ganga og hanga upp í politikarum, at journalistikkur eisini er vanliga søgan heilt niðri á gólvinum.
Jan lærdi meg at sleppa snobbarínum í journalistikki, bæði uppeftir og niðureftir og heldur at fara eftir søguni enn persóninum. Og Jan lat míni eygu upp fyri, at hvørt einasta menniskja er ein søga, ið kann sigast undir lívsins skiftandi viðurskiftur. Skrivingin er ein partur av eini ótømandi keldu og tá ið samfelagsviðurskiftini ikki sjálvi seta yvirskriftirnar er pláss fyri kreativiteti og úr hesum koma oftast tær bestu greinarnar.
“Forbannað interessant.” Hetta er grundhugburðurin hjá Jan og ein slíkur hugburður letur upp heldur enn at avmarka. Jan hevur ikki havt tað lætt til arbeiðis. Hann hevur stjórnað einum blaði í eitt mannaminni, sum ein flokkur átti og hetta hevur hann gjørt meistarliga. Javnaðarfólk eru ikki betri ella øðrvísi enn onnur fólk. Tá ið tann innari svínhundurin er útpurraður er absolut ongin munur á fólki. Og ofta í einum politiskum betentum umhvørvi dugdi Jan at stýra millum skerini við diplomatiskum tevi, soleiðis at tann óhefti journalistikkurin kundi vaksa ájavnt við reyðu rósuna.
Jan Muller fyllir 60 ár í morgin, og eg verið konfronteraður við at lívið í kroppi styttist. Eg eri beint í hølunum á honum, bert sjey ár seinni. Akkurát nú veit eg ikki, hvussu hendan greinin skal skrivast. Skal hon verða undirhald, ella skal hon koma frá einum djúpari plássi innan í mær sjálvum, har mongu løturnar hava fingið eitt pláss, skipaðar í minninum av heilt øðrum sterkari kreftum enn tær eg sjálvur eigi.
Vit fylgdust í seinnu helvt av sjeytárumum og øll áttatiárinum sum journalistar á konkurerandi miðlum. Sóust tá ið journalistar hittust, kendust ikki nakað serligt og høvdu virðing fyri hvørjum øðrum. Í august 1990 sendi hann boð eftir mær. Impulsivur sum altíð lat hann seg ikki steðga av, at eg var staddur umborð á “Winston Churchill” á veg til Danmarkar. Setanarsamrøðan gekk fyri seg yvir Tórshavn Radio. Og hann hevði stórar ætlanir. Sosialurin skuldi koma út sum eitt rættuligt dagblað fimm ferðir um vikuna og hann hevði brúk fyri mær. Hann hevði so nógv upp á hjarta og hóast radioóljóð var í luftini og russisk skip høvdu hug at kappast við okkum um ljóðbylgjurnar, kundi einki steðga hansara eldhuga. Og tað er saman entusiasma vit hoyra nú 21 ár seinni.
Og vit fingu Sosialin út fimm ferðir um vikuna og fólk tóku hesa øktu útgávu til sín og blaðið vaks og tann stóri starvsfólkahópur við Jan á odda stríddist og strevaðist og at enda gjørdist blaðið Føroya størsta blað. Og nú er alt hetta søga. Umstøðurnar í blaðheiminum eru broyttar, Sosialurin hevur tillagað seg. Blaðið er aftur tódnað til tríggjar ferðir um vikuna og vit, sum brendu fyri hesi fimm daga útgávu harmastog kenna hetta sum eitt stórt afturstig. Eg harmist og kenni eg Jan rætt, er hann heldur ikki fegin. Eitt dagblað er eitt dagblað sum ikki kemur út annanhvønn dag.
Ein blaðstjóri hevur alstóran týdning fyri journalistar og her knýtast bond, sum eru sterk, og tey halda enn, hóast vit ikki nú síggjast dagliga. At skriva er umframt eitt handverk, eisini skapandi arbeiði. Og hevur tú ein blaðstjóra, sum kann sparra, er tú heppin. Jan er útbúgvin journalistur og brennur fyri fakinum og tí kendi eg meg væl, so skjótt eg steig inn um dyrnar á Sosialinum. Endiliga møtti eg einum blaðstjóra, sum vassaði í hugskotum og sum hevði eitt netverk, ið bara vildi nakað. Hetta var beint áðrenn fartelefontíðina og Jan var sjálvur ventilurin, har tipsini komu inn í húsið og stóð tú fastur, hevði Jan ein langan lista av møguligum evnur og grundtóni hansara var, at tað bar til. At samgongan var um at slitna var forbanna interessant og at vatnskaði var staðfestur í skúlanum á Trøllanesi var eisini forbannað interessant.
Eg hevði við ein blaðstjóra at gera, sum gekk kring í býnum sum ein magnet, ella ein turrur svampur, ið ikki kundi mettast av hugskotum, íð seinni kundu gerast til tíðindi og einum tílíkum tilfarsbanka er stuttligt at arbeiða saman við.
Eg veit ongantíð um, at Jan hevur verið skeptiskur fyri einum journalistiskum hugskoti. Hann kann hava verið skeptiskur um hvussu hugskotið varð loyst, men ongantíð fyri sjálvum hugskotinum og tað er ein dygd, ið átti at givið ein riddarakross einaferð í tíðini.
Jan hevur eina ótrúliga arbeiðsmegi og hóast hann hevur verið stjóri meginpartin av livinum er hann fyrst og fremst journalistur og hetta hevur kappast somikið nógv við leiðsluuppgávuna, at onkuntíð hava vit starvsfólk longst eftir einum stjóra, heldur enn einum konkurenti og sjálvandi er hetta skrivað í einum ógvuliga jaligum anda.
Størstur av øllum er kærleikin skrivar Paulus við reyðum í Korint og “alt annað er rein skrææba” legði tann nýumvendi havnarmaðurin afturat í eini útlegging.
Og hvat stendur klárast eftir, nú vit báðir ikki hittast dagliga longur. Tað er stóra og heita hjarta sum seinastu 60 árini hevur bankað nervøst í bringukassanum á Jan. Jan hevur hjartað við í gerandisdegnum og vit eru mong, sum hava kent fløvan av hesum. Hann er nærverandi, tá ið lívssjógvarnir gerast høgir og gøtan knortlut og við einum livaðum lívi, veit hann, hvat mannalívið hevur at bjóða, og tí kann hann stuðla, tá ið tað gongur í móti hjá starvsfólkunum. Tað er ein leiðaradygd, ið ikki kann keypast.
Jan hevur ikki grivið talentirnar niður í jørðina. Hann hevur brúkt síni evnir betri enn tey flestu og hóast mítt liberala hjarta altíð er á varðhaldi fyri autoritetum, havi eg djúpa virðing fyri føðingardagsbarninum og ynski honum alla hugsandi eydnu framyvir.
Jústinus Leivsson Eidesgaard